Hvat halda tit um Messias?
19.10.2019

Fariseararnir frættu, at Jesus hevði sett saddukeararnar fastar í orðum, og teir savnaðust um hann.


Og ein teirra, ein lógkønur, spurdi hann fyri at freista hann: „Hvat er tað størsta boðið í lógini?“ „Tú skalt elska Gud av øllum hjarta tínum, allari sál tíni og øllum huga tínum,“ svaraði Jesus. „Hetta er tað fyrsta og størsta boðið. Men eitt annað boð er, sum er líka stórt: Tú skal elska onnur, sum tú elskar teg sjálvan. Í hesum báðum boðunum hongur øll lógin og profetarnir.“


Meðan fariseararnir vóru saman, spurdi Jesus teir: „Hvat halda tit um Messias? Av hvørjari ætt er hann?“ Teir siga við hann: „Av Dávids ætt.“ „Hvussu kann so Dávid kalla hann harra? Hann hevur sjálvur sagt soleiðis, tá ið hann fekk íblástur frá Heilaga Andanum:


Gud segði við harra mín: Set teg við mína høgru lið, til eg leggi fíggindarnar fyri føtur tínar.


Tá ið Dávid soleiðis kallar Messias harra, hvussu kann Messias so vera ættaður frá Dávidi?“


Eingin kundi svara honum eitt orð, og eftir henda dag tordi eingin at seta honum ein spurning.


Matt. 22,34-46
Nýggi Sáttmálin