Lurta
Miss ikki mótið
14.10.2023

Jesus steig inn í ein bát og fór yvir um til Kapernaum.


Her komu nakrir menn til hansara við einum lamnum manni á eini børu. Jesus sá, hvussu stórt álit teir høvdu á sær, og segði so við tann lamna: „Miss ikki mótið. Tíni lógarbrot eru tær fyrigivin.“


Nakrir av teimum skriftlærdu hoyrdu hetta og hugsaðu við sær sjálvum: „Hann spottar Gud.“


Men Jesus visti, hvat teir hugsaðu og segði: „Hví hugsa tit ilt í hjørtum tykkara? Hvat er lættari at siga: „Eg fyrigevi tær tíni lógarbrot“ ella „Reis teg og gakk?“ Nú skulu tit sleppa at síggja, at eg, Menniskjusonurin, havi vald her á jørð at fyrigeva lógarbrot.“


So segði hann við hin lamna mannin: „Statt upp og far heim, nú kanst tú sjálvur bera børuna.“


Maðurin reistist, so øll sóu, og fór til gongu heim.


Fólk vóru skelkað, men prísaðu Gudi, at hann hevði givið menniskjum slíkt vald.


Matt. 9,1-8

19. s. e. trinitatis
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen