Harrin er hirði mín
25.10.2019

Ein sálmur av Dávidi.


Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni.


Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráir hann leiðir meg.


Hann sál mína lívgar, fyri navn sítt meg beinir á rætta leið.


Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg.

 

Mær borð tú reiðir fyri eygunum á fíggindum mínum. Við smyrsli tú salvar mítt høvur, bikar mítt yvir flýtur.

 

Eina góðska og náði mær fylgja allar mínar lívsins dagar.

 

Í Harrans húsi eg dvøljist í endaleysar tíðir.


Sálmur 23