Paulusar seinna bræv til kirkjuna í Korint
30.10.2019

Paulus skrivar sítt seinna bræv til kirkjuna í Korint í Makedónia, meðan hann er ávegis til Korint.


Brævið er ikki um – sum hitt fyrra brævið – tað stríðið, ið er innanhýsis í kirkjuni í grikska havnabýinum. Nei, nú verður sambandið millum Paulus og kirkjuna viðgjørt.

 

Tað hevur Paulus longu umrøtt í einum øðrum brævi, sum vit tó bara vita um ígjøgnum hetta brævið. Sambært honum sjálvum, so græt hann, meðan hann skrivaði tað. Tí verður tað eisini kallað Tárabrævið. Tey í kirkjuni í Korint gjørdust eisini syrgin av brævinum, men hetta hevði kortini við sær, at støðan millum Paulus og kirkjuna batnaði.

 

Fyrsti parturin av brævinum er ein long verja av støðu Paulusar, sum sendur út av Gudi. Tað er Gud, sum hevur gjørt hann út til at ferðast um, men ikki uttan at honum eru mótgongd og atsókn fyri.

 

Eftir øllum at døma hevur í kirkjuni verið sett spurnartekin við støðu hansara sum útsendur av Gudi. Men sambært brævinum, so er samstarvsfelagi Paulusar, Titus, komin til hansara við góðum boðum eftir eina vitjan har, at Paulus aftur hevur fullan stuðul í kirkjuni.

 

Tað er umráðandi fyri Paulus at leggja dent á henda stuðul. Tað er nevniliga soleiðis, at hann hevur áhuga í, at kirkjan tekur lut í tí innsavnan, sum Paulus hevur lagt lunnar undir, ætlað kirkjuni í Jerusalem.

 

Brævið hevur eisini ein part, har Paulus leggur eftir teimum, ið eru mótstøðufólk hansara í Korint. Hesi eru ikki av sonnum send út av Gudi. Hvørji hesi eru heilt ítøkiliga er ilt at siga í dag.

 

Tað er umráðandi fyri Paulus at greina, at veruliga styrkin finst í maktarloysinum. Av royndum sigur hann, at tað er í mótburðinum, at ein kennir seg sterkan. Soleiðis er eisini við Jesusi, sigur hann. Tá ið hann varð krossfestur, var hann veikur og eyðmýktur, men nú livir hann, takkað verið Gudi, sum læt hann rísa upp frá teimum deyðu.


Nýggi Sáttmálin