Tit eru eydnusom
01.11.2019

Tá ið Jesus sá alt fólkið, fór hann niðan á eitt fjall og settist har.

 

Lærusveinarnir komu til hansara, og hann undirvísti teimum og segði:

„Tit eru av sonnum eydnusom, um tit eru fátæk í tykkum sjálvum og hava fingið Heilaga Andan, tí at Guds ríki er tykkara.

Tit eru eydnusom, um tit syrgja, tí tit skulu verða troystað.

Tit eru eydnusom, um tit eru still og halda út, tí at tit skulu fáa jørðina í arv.

 

Tit eru eydnusom, um tit hungra eftir, at tað verður, sum Gud vil, tí tit skulu verða mettað.

 

Tit eru eydnusom, um tit hjálpa øðrum, tí tit skulu sjálv fáa hjálp.

 

Tit eru eydnusom, um tit hava reint hjarta, tí tit skulu síggja Gud.

 

Tit eru eydnusom, um tit skapa frið, tí tit skulu verða kallað Guds børn.

 

Tit eru eydnusom, um tit verða atsøkt, av tí at tit gera tað, ið Gud vil hava, tí Guds ríki er tykkara.


Eydnusom eru tit, tá ið tey spotta tykkum, søkja at tykkum og lúgva um tykkum fyri mína skyld. Gleðið tykkum, tí tit fáa løn tykkara í himli. Minnist eisini til, at einaferð vórðu profetarnir atsøktir á sama hátt."


Matt. 5,1-12
Nýggi Sáttmálin