Lurta
Skilir tú tað, sum tú lesur – allarfyrstu bíbliuumsetingina?
06.11.2019

Skilir tú tað, tú lesur – slíkan spurning setti Filip etiópiska hirðmanninum, ið hevði verið á pílagrímsferð í Jerusalem. (Áp 8,30)


Hirðmaðurin svarar Filippi, at hetta kundi hann ikki, tí eingin hevði sagt nakað fyri honum um hetta. Ein tílík støða íbirtist í Jerusalem fyri mongum hundrað árum síðani, ta ferðina, jødar vórðu burturfluttir úr Bábel (587-537 f. Kr.) og komu aftur til Jerusalems og Júdea.


Í Nehemiabók 8,8, stendur: Teir lósu greiniliga upp úr bókini lóg Guds og greindu hana, so at menn skiltu tað, sum lisið varð. Hetta man helst vera fyrsta ávísing til bíbliuumseting. Støðan hjá heimkomnu jødunum úr Bábel, var, at mangir teirra vóru vaksnir upp við aramæiskum sum móðurmáli, og ikki hebraiskum. Teir skiltu tí ikki tað, ið lisið varð fyri teimum úr Mósebókunum.

 

Presturin Ezra bað tí levittar um at tulka og týða hebraiska tekstin fyri teimum, ið ikki skiltu hebraiskt. Petti fyri petti varð lisið upp fyri fólkinum á hebraiskum, og síðan petti fyri petti á aramæiskum. Henda munnliga umseting, kallað Targumer, varð seinni savnað og skrivað niður. Targum merkir umseting.


Hebraiska sagnorðið, sum nýtt er at tulka (Nehemiabók 8,8) við, eitur Parash (P H SH). Sagnorðið er sera sjáldsamt at finna í Gamla Testamenti. Á nútíðar hebraiskum verður navnorðið, ið leitt er úr sama sagnorði, brúkt í málisku Parashat ha-shavua, ið merkir útleggingin av Mósebókum ta vikuna.


Fólkið græt, tí nú skilti tey tað, ið lisið varð úr Skriftini. Men levittar søgdu, at teir skuldu ikki vera sorgarbundnir, tí hetta var halgidagur. Og versið endar við, at hildin varð mikil gleðihátíð, tí at teir skiltu tey orð, sum vóru søgd teimum. (Neh 8,12)


Orð: Eliabeth Eriksen Levy
Henry Debes Joensen, umsetti