Tit trúgva bara, tá ið tit síggja tekin og undur
09.11.2019

Meðan hann ferðaðist ígjøgnum Galilea, kom hann aftur inn í Kana, har hann hevði gjørt vatn til vín.


Ein høgur embætismaður úr Kapernaum átti ein son, sum lá sjúkur, og tá ið hann frætti, at Jesus var í bygdini, fór hann til hansara og bað hann koma at gera son sín frískan, tí at hann lá at doyggja.


Men Jesus segði: „Tit trúgva bara, tá ið tit síggja tekin og undur.“ Maðurin segði við hann: „Harri, kom við mær, áðrenn sonur mín doyr.“ „Far tú heim, sonur tín livir,“ segði Jesus við hann.


Maðurin trúði tí orði, Jesus hevði sagt, og fór heim, og longu á heimvegnum komu tænarar hansara ímóti honum og søgdu, at drongurin var frískur. Hann spurdi teir, nær hann var byrjaður at fáa tað betri, og teir søgdu: „Um eitt tíðina fór fepurin av honum.“ Tá skilti pápin, at tað var tíðin, tá ið Jesus hevði sagt: „Sonur tín livir!“


Og hann trúði sjálvur og alt hús hansara, at Jesus var Messias.


Jóh. 4,46-53
Nýggi Sáttmálin