Paulusar seinna bræv til kirkjuna í Thessaloniki
13.11.2019

Brævið er eftir øllum at døma skrivað stutt eftir fyrra brævið til kirkjuna. Saman við fyrra brævinum er hetta sostatt ein av teimum elstu kristnu tekstunum.


Paulus hevur sjálvur stovnað kirkjuna, sum er í góðari menning, tó ikki uttan trupulleikar. Orsøkin til hetta seinna brævið er, at kirkjan er vorðin óttafull, av tí at onkur hevur sagt, at Jesus kemur skjótt aftur. Paulus vísir aftur og sigur, at tað er ein misskiljing, tá ið sagt verður, at tað er fyrra bræv hansara, ið hevur elvt til hesar tankar.

 

Síðan lýsir hann stutt, hvat eigur at henda, áðrenn Jesus kemur aftur. Mong fara at missa trúnna og fara úr kirkjuni og „Lógloysismenniskjað“ kemur til sjóndar. Hesin persónur skal gera seg sjálvan til Gud, men Kristus skal sigra á honum, tá ið hann kemur aftur.

 

Tí skal kirkjan halda út og standa við tað, Paulus hevur lært tey. Her nýtir Paulus seg sjálvan sum eina fyrimynd. Tey kristnu eiga ikki at gevast við at liva vanliga lívið, men íðin røkja starv sítt og vera sjálvbjargin.


Nýggi Sáttmálin