Lurta
Øll skuldin er fyrigivin
16.11.2019

„Lat meg siga eitt líknilsi um, hvussu Guds ríki er. Ein kongur vildi halda roknskap við tænarum sínum.

 

Ein tænari var førdur til hansara, sum skyldaði 10000 talentir, ein sera stór upphædd. Men hann átti einki at rinda skuldina við, og tí gav kongurin boð um at selja hann saman við konuni, børnunum og øllum, sum hann átti, so skuldin kundi verða afturgoldin. Tænarin legði seg á knæ fyri føtur hansara og bønaði hann: „Hav tol við mær, so skal eg gjalda alt aftur.“ Konginum tókti synd í tænaranum og gav honum alla skuldina eftir.


Tá ið tænarin var komin útum, hitti hann ein annan tænara, sum skyldaði honum nakrar fáar hundrað denarar. Hann steðgaði honum, tók um kvørkrarnar á honum og segði: „Rinda mær tað, sum tú skyldar!“ Men hann legði seg á knæ framman fyri honum. „Hav tol við mær, so skal eg gjalda tær alla skuldina,“ bað hann. Men hin vildi ikki, setti hann so í fongsul, til hann kundi gjalda skuldina.


Hinir tænararnir høvdu sæð allan tilburðin, teir vóru harmir og fóru til kongin og søgdu honum frá øllum. Kongurin varð illur og kallaði tænaran til sín og segði við hann: „Tín óndi tænari. Eg gav tær alla skuldina eftir, tá ið tú baðst meg. Átti tú ikki eisini at víst hinum tænaranum somu virðing?“ Kongurin gav tænaran upp til pínslu, til øll skuldin var goldin.


Soleiðis skal himmalski Pápi mín eisini gera ímóti tykkum, um tit ikki av hjarta fyrigeva hvør øðrum.“


Matt. 18,23-35
Nýggi Sáttmálin