Nýggj Deyðahavsrullu hola funnin
20.11.2019

Jarðfrøðingar hava funnið eina holu í einum jarðhelli í Júda oyðimørk, ið einaferð goymdi nakrar av Deyðahavsrullunum.


Á lærda hebraiska háskúlanum í Ísrael siga lærarar, at gomul pergament eru horvin úr jarðhellinum, og teir halda, at beduinar helst hava rænt jarðhellið í 1950-árunum. (Funnar vórðu tvey høvur av jarnhakkarum, evnaðum um miða 20. øld, ið menn hava latið ligið eftir í hellinum).

 

Krukkur, ið goyma brot av innpakkaðum skriftrullum við leðurreimum um, vórðu eisini funnar í hellinum.


Leðurkrukkurnar og innballingarnar vórðu funnar á hillum niðast á botni í jarðhellinum í einari 4 – 6 metra langari smogu.


Liðið av granskarum fann eisini eina sigd (kann eisini vera ein akurknívur) evnaðan úr karneol (eitt frábrigdi av kalcedon). Hildið verður, at hetta prógvar, at fólk hava búð í nevnda jarðhelli.


Kelda: BBC News
Henry Debes Joensen, umsetti