3000 hava 'dámað'
24.11.2019

Júst nú hava 3000 fólk 'dámað' facebook-síðuna hjá Bíbliufelagnum.

Tess fleiri ið 'dámað' síðuna, tess fleiri síggja hana og tann boðskap vit ynskja at bera.

 

Hvønn dag leggja vit eitt bíbliuvers við mynd á facebook-síðuna. Hetta hevur fingið sera góða undirtøku. Eisini leggja vit út 'Dagsins bíbliulestur' frá Bíbliulesiætlanini.

 

Bíbliufelagið hevur eisini eina heimasíðu www.biblia.fo. Umframt tíðindi frá bíbliuarbeiðinum heima og úti, eru aðrar áhugaverdar greinar at finna á heimasíðuni.

 

Vit takka øllum hjartaliga, ið hava 'dámað' síðuna og sum hava hjálpt okkum at náa hesum málinum.

 

Vitja og fylg Bíbliufelagnum á Facebook.