Hví freista tit meg?
23.11.2019

Tá fóru fariseararnir og samráddust um, hvussu teir kundu seta hann fastan í orðum.


Teir sendu sínar tænarar av stað saman við nøkrum av teimum, ið stuðlaðu Heródesi, og bóðu teir siga: „Meistari, vit vita, at tú ert álítandi, og at tú sigur okkum sannleikan um Guds vilja. Tú lagar teg ikki eftir, hvat onnur halda, og gert ikki mun á fólki. Sig okkum tí, hvat tú heldur: Er tað loyvt okkum jødum at gjalda rómverska keisaranum skatt ella ikki?“


Men Jesus gjøgnumskoðaði teir og segði: „Tit eru nakrir falsarar. Hví freista tit meg?


Vísið mær myntin, tit gjalda skatt við.“ Teir rættu honum ein denar. „Hvør hevur sett sína mynd og sítt navn á myntin?“ spurdi Jesus. „Keisarin,“ svaraðu teir. „So gevið keisaranum tað, sum keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er,“ segði Jesus.


Teir undraðust á hetta svar og fóru frá honum.


Matt. 22,15-22
Nýggi Sáttmálin