Lurta
Smakka og kenn!
25.11.2019

Martin Luther viðmælti onkustaðni, at vit hvørt kvøld lesa eitt sindur av heilagu skriftini. Ikki ov nógv, men bert eitt sindur til at grunda um og skilja. Júst sum seyður, ið jótrar tað hann fyrr hevur etið, áðrenn hann legst til hvíldar. Tá vit so vakna morgunin eftir, kunnu vit liva av tí, ið vit fingu dagin fyri.
 
Tað er ein hugvekjandi tanki at smakka og eta seg gjøgnum Bíbliuna - hvønn dag at leska seg, at leggja sær skriftina á og í hjartað, at sova og vakna til ein nýggjan dag, betur útgjørd enn dagin fyri. Ein bíbilskur frístaður, har teksturin sleppur at arbeiða, meðan vit sova søtan blund.
 
Men tað er eisini ein hugsan, ið krevur áræði. Tað er so nógv, ið órógvar og kann  fáa okkum at hugsa um so nógv annað, so vit ikki fáa hugsavna okkum. Tað eru møguliga eisini bíbilskir tekstir, ið ikki leggja upp til at geva okkum ró í sinnið. Tað veit tann, ið hevur fylgt bíbliulesiætlanini seinastu árini. Ein kann gerast bæði í iva og órógvaður, tí tað eru tey fægstu, sum Guds orð als ikki rínur við, um nakar. Orðið ger sítt verk í okkum!  
 
Í ár er nógv orka hjá bíbliufelagnum løgd í at fáa gongd á arbeiðið við nýggju bíbliutýðingini. Nýggjur forlagsleiðari er settur í hálva tíð, og bólkar eru mannaðir, ið bæði skulu lesa nýggju umsetingina og endurskoða nýggja sáttmálan. Nógv fleiri eru eisini við í hesum verkætlanum á nógvan ymiskan hátt og uttan tykkara stuðul og hjálp, hevði ikki nógv komið burturúr. 


Tí takki eg av hjarta tykkum øllum, ið á so mangan hátt standa aftan fyri Føroyska Bíbliufelagið. Má Gud vælsigna tykkum og styrkja tykkum í at halda fram við góða stríðnum, og bøn okkara er, at tit eisini kunnu njóta ávøkstin av tí arbeiði, ið verður gjørt. 
 
Bíbliulesiætlanin fyri 2019-20 er tann fimta og seinasta í eini røð av gjøgnumlestri av allari Bíbliuni. Tá árið er at enda komið, er næstan øll Bíblian lisin ígjøgnum. Hvønn dag eitt lítið stykki afturat til upplýsing, menning og endurnýggjan. 
 
Smakkið og kennið!  
 
Gunnar K. Nattestad 
aðalskrivari 

 

Vegna tekniskar trupulleikar á prentsmiðjuni, er Bíbliulesiætlanin 2019-20 eitt sindur seinkað. Vónandi eydnast at fáa hana út til vikuskiftið. Bíbliulesiætlanin verður at finna í kirkjum, missións- og samkomuhúsum og fríkirkjum um alt landið.