Tíðin er komin
30.11.2019

Hann kom eisini til Nasaret, har hann var uppvaksin, og hvíludagin fór hann inn í synagoguna, sum hann var vanur.


Tá ið hann reistist at lesa upp úr Bíbliuni, góvu tey honum bókina hjá Jesaja profeti. Hann opnaði hana og fann staðið, har skrivað stóð: "Andi Harrans er hjá mær, tí Gud hevur krýnt meg til kong. Hann hevur sent meg til tey fátæku við góðum tíðindum. Fangar fáa frælsi, blind skulu síggja. Eg eri sendur at sleppa kúgaðum leysum. At kunngera: tíðin er komin, tá Gud vil taka ímóti øllum, sum koma til hansara."


Jesus rullaði bókarulluna saman aftur, gav tænaranum hana og setti seg. Øll í synagoguni hugdu upp á hann. So segði hann: „Í dag er hetta profetaorðið, sum tit hoyrdu, gingið út.“


Øll vóru ovfarin av honum, og tey undraðust á tey vónríku og troystarríku orð, hann segði. „Er hetta ikki sonur Jósefs?“ søgdu tey sínámillum.


Men Jesus segði við tey: „Ivaleyst fara tit at siga við meg hitt gamla orðatakið: „Lækni, lek teg sjálvan! Vit hava hoyrt um alt tað, sum hent er í Kapernaum, ger eisini tað sama í heimbygd tíni.“ Men eingin profetur er væl fagnaður í sínum heimstaði. Eg sigi tykkum av sonnum: Mangar einkjur vóru í Ísrael á døgum Elia profets, tað var ta ferðina, tað ikki regnaði í trý og eitt hálvt ár, og hungur var í landinum. Kortini varð Elia ikki sendur til einkjurnar í Ísrael, men hann varð sendur til eina einkju í bygdini Sarepta við Sidon. Eisini vóru mong spitølsk í Ísrael á døgum Elia, men eingin av teimum vórðu grødd, men bara sýriulendingurin Náaman.“


Tá ið fólkið í synagoguni hoyrdi hetta, vórðu tey í øðini. Tey lupu á føtur og róku Jesus út úr bygdini og fóru við honum ytst á eggina á fjallinum, sum bygdin lá á, at skumpa hann útav. Men hann smoygdi sær ígjøgnum fólkarúgvuna og fór frá teimum.


Luk. 4,16-30
Nýggi Sáttmálin