Lurta
Paulusar bræv til kirkjuna í Efesus
04.12.2019

Møguleiki er fyri, at Paulus hevur skrivað brævið, meðan hann sat fangi í Róm um ár 60 e. Kr. Brævið viðger ikki bara eitt evni í eini ávísari kirkju. Og helst er hetta ikki bara ætlað kirkjuni í býnum Efesus í Lítlaasia. Heldur er talan um eitt sokallað rundskriv, sum er ætlað fleiri kirkjum í økinum.


Brævið sigur frá um Guds ætlan um frelsu fyri øll menniskju. Hetta sæst best í, at Jesus hevur sameint alt tað skapta við Gud og hevur virkað fyri friði millum jødar og ikki-jødar.

 

Nakað inni í brævinum finst ein bøn fyri Guds kirkju. Bønin er grundað á Guds veldi, sum er vorðið sjónligt í tí, at Jesus stóð upp frá teimum deyðu. Brævið er ætlað teimum ikki-jødum, sum áður vóru avskornir frá Gudi. Men nú hava Jesu deyði og uppreisn gjørt tað møguligt, at jødar og ikki-jødar, sum áður vórðu skild sundur sum fólk, kunnu vera saman í kirkjuni.

 

Paulus verður lýstur sum sendir út til ikki-jødar. Sambært gudgivnu uppgávu hansara kunnu ikki-jødar nú gerast partur av kirkjuni. Henda kirkjan er, sambært Paulusi, eitt stórt likam, sum hevur Jesus sum høvur.

 

Seinni flytur brævið seg eitt vet yvir í at áminna og leiðbeina. Her snýr tað seg um, at tey kristnu eiga at vera felags um eina trúgv, eina vón, ein Gud og ein dóp. Tey kristnu eiga at liva sum nýggj menniskju og halda seg frá tí lívi, tey áður livdu.

 

Brævið greinar nøkur etisk krøv til hetta nýggja lívið, har leiðreglan er kærleiki. Eisini verður greitt tilskilað, hvussu skilið eigur at vera í familjuni, hvussu maður og kona eiga at hava tað sínámillum, um foreldur og børn og harrar og trælir.


Nýggi Sáttmálin