Lurta
At vera til reiðar
07.12.2019

Guds ríki kann samanberast við 10 brúðar­gentur, sum fóru út at møta brúðgóminum og tóku oljulampur við sær.


Fimm teirra vóru óskynsamar og fimm skynsamar. Tær fimm óskynsomu tóku lampur sínar við, men onga olju. Tær skynsomu tóku bæði lampur og olju við sær.

 

Men leingi var at bíða eftir brúðgóminum, tær vórðu troyttar og sovnaðu. Um midnátt kom róp í: „Nú kemur brúðgómurin! Farið út ímóti honum!“


Allar brúðargenturnar vaknaðu og fóru at gera lampur sínar til. Tær óskynsomu søgdu við tær skynsomu: „Latið okkum fáa eitt sindur av olju frá tykkum, tí okkara lampur slokna.“ Vit hava ikki nóg mikið bæði til tykkara og okkara,“ svaraðu tær skynsomu, „farið tit heldur og keypið eitt sindur til tykkum sjálvar.“


Meðan tær fóru at keypa, kom brúðgómurin. Hann fór inn í brúdleypshúsið saman við teimum skynsomu brúðargentunum, og hurðin varð stongd.


Seinni komu eisini hinar brúðargenturnar og róptu: „Harri, lat okkum upp.“ Men hann svaraði: „Nei, eg kenni tykkum ikki.“ „Verið tit tí eisini vakin, segði Jesus, tí tit vita ikki, nær eg komi aftur.


Matt. 25,1-13
Nýggi Sáttmálin