Fyrstu jólini við ongum ...
11.12.2019

Saknurin er størstur á jólum hjá teimum, ið mist hava. Sóknarpresturin, Christine Gjerris, setur orð á, hvussu Gud og menniskju kunna veita teimum ugga og troyst, ið mist hava.


Fyrstu jólini, tá ið tað menniskjað er farið, sum gav lívinum meining og innihald; fyrstu jólini, tá ið ein er einsamallur, og tann, ein var góður við, er farin. Einki lív, alt tómt og kvirt. Tað, ið einaferð var, er burtur. Nú sorg og saknur.


Tann, ið mist hevur, kennir pínligan tómleika og oyðing, endaleysan tómleika. Fráveran hevur valdið og minnini floyma inn yvir hvørja grein á jólatrænum, hvønn einasta jólasálm, yvir hvørt bíðandi barn. Tað eru minnir um tað, ið einaferð var, og tað, ið ongantíð var. Minnir um tað, ið var alt ov mikið av, og tað, ið vantaði í. Minnir um felagsskap og nærveru, hendingar, ið broyta lívið. Tað, ið ikki longur er, fyllir alt.


Eingin uggi, eingi orð og eingin umsorgan, ið kann fáa tað mista aftur. Einasti uggin, ið er, um nakar hevur dirvi at seta seg inn í ta sorg, hin syrgjandi hevur og viðganga, at hetta er veruleikin, tí at sorgin fyllir alt, júst í hesum døgum, nú jólagleðin er mikil. Kanska eru tað menniskju nærindis, ið síggja og vilja hjálpa og bøta um saknin. Kanska Gud. Kanska bæði Gud og menniskju.


Tað eru dagar, ið alt ov eggjandi og í kærleika vilja boða gleðina og ljósið í jólaboðskapinum, serstakliga, tá hann ikki er. Tó, Kristus stríðir saman við okkum. Annars høvdu vit einsamøll havt avgerðina í hendi í eydnuleysum løtum, tá ið mótgongd og sorg vitja. Tá eingin er, vit kunna hella okkum at í døgum, tá ið myrkrið doyvir.


Tíbetur opinberar Gud seg fyri okkum í soni sínum og stríðist saman við okkum í myrkum døgum.


Saman við Gudi vinna vit so við og við sigur. Taka upp stríðið saman við Gudi í orðum í harmi og við lovsongi. Viðhvørt í gleði og takksemi og viðhvørt óttafull og bangin; tó, ongantíð einsamøll.


Mistreystið tekur okkum ikki av fótum, um vit kenna okkum einsamøll og bangin, tá ið harðast leikar á; men, hóast sorg og harm, kunna brynja okkum við takksemi um lívið, sum tað er. Kanska er tað tó ein uggi og troyst í hesum undurfulla heimi.


Christine Gjerria er sóknarprestur við Hellerup kirkju.

 

Kelda: Danska Bíbliufelagið.
Umsett hevur Henry Debes Joensen.