Harrin hevur vitjað fólk sítt
14.12.2019

Sakaris, pápi hansara, fyltist av Heilagum Anda og profeteraði:

 

„Lovaður veri Harrin, Ísraels Gud, tí hann hevur vitjað fólk sítt og loyst tað út. Hann sendir okkum ein Frelsara, av Dávids ætt, sum hann lovaði í gomlum døgum við sínum útvaldu profetum. Hann bjargar okkum frá fíggindum okkara, frá øllum teimum, ið okkum hata. Hann lovaði at hjálpa fedrum okkara og at halda sín sáttmála.


Hetta lyftið gav hann Ábrahami, ættarfaðiri okkara, og nú kunnu vit óttaleys tilbiðja hann, tí vit eru bjargað undan fíggindum okkara.

 

Vit skulu tilbiðja hann í lýdni og treytaleyst, so leingi vit liva. Tú lítla barnið, tú verður Guds profetur. Tú skalt ganga undan Kristi og slætta honum vegin. Tú skalt læra fólk hansara, at tey verða bjargað, tí syndir teirra verða fyrigivnar, tí Gud hevur inniliga umsorgan fyri okkum. Hann kemur sum eitt ljós av himli og rísur fyri okkum sum sólarris. Ljósið skal skína fyri teimum, sum sita í myrkri og í deyðans skugga, og leiða okkum inn á friðarleið.“


Jóannes vaks og varð fyltur við Guds mátti. Hann búði í oyðimørkini til tann dagin, hann steig fram fyri Ísraels fólk.


Luk. 1, 67-80
Nýggi Sáttmálin