Pæturs fyrra bræv
18.12.2019

Brævið vendir sær helst til fleiri ikki-jødiskar kirkjur í Lítlaasia. Brævið er ætlað at lívga og troysta hvønn einstakan í kirkjuni í mótgongd, og tá ið tey verða atsøkt.

 

Brævið inniheldur eisini leiðbeiningar av ymsum slagi. Hesar leiðbeiningar eru eisini at síggja í nøkrum av brøvunum hjá Paulusi. Pæturs fyrra bræv og brøvini hjá Paulusi líkjast eisini á øðrum økjum. Hetta ber boð um, at brævið nýtir siðvenju, sum eru eyðkennir longu tíðliga í kristindóminum.

 

Dópurin er týdningarmikil í brævinum. Millum annað er tann stóra lovprísanin av Gudi, sum enn í dag er at hoyra við dóp og jarðarferð í fólkakirkjuni, at finna í brævinum: at menniskju verða endurfødd sum kristin og hava fingið vónina um hitt æviga lívið, við at Jesus er risin upp frá teimum deyðu.

 

Tey kristnu hava sagt frá sær heimsins góðs, men hava enn ikki fingið ta frelsu, tey vóna og trúgva á. Tí er lívið hjá teimum kristnu í heiminum ótrygt, og tað er henda ótryggleika, ið brævið roynir at vinna á.

 

Tey kristnu verða biðin um at liva eitt lív, sum sam­svarar við trúgv teirra. Áður vóru tey ikki-jødar, sum ikki trúðu á Gud, men nú eru tey eitt útvalt fólk, og eftir hesum eiga tey at skipa sítt lív.

 

Ítøkiliga eiga tey at geva seg undir valdsharrarnar í samfelagnum og í heiminum. Jesus er teirra fyrimynd, og hann gav seg heilt undir valdsharrarnar. Í øllum eiga tey kristnu, í virðing fyri Gudi, at halda seg til kærleikan og at finna seg í teimum atsóknum, tey møta.


Sendiboðið Pætur hevur skrivað brævið kanska í fyrru hálvu av 60-árunum e. Kr. Pætur doyr helst sum pínslaváttur undir Nero keisara í Róm, sum ár 64 e. Kr. og næstu árini søkir harðliga at teimum kristnu. Lætt er eisini at samanbera brævið við Markusar frásøgu um Jesus og talurnar í byrjanini av Stovningini.

 

Málsliga líkjast hesi nógv, eins og innihaldið m.a. er um Jesus sum hin líðandi Guds tænara, og at vit við deyða hansara vórðu leyskeypt. (1 Pæt 1,18 og Mark 10,45).


Nýggi Sáttmálin