Eg eri ikki Messias
21.12.2019

Ein dagin fóru lærusveinar Jóannesar at kjakast við ein jøda um ta átrúnaðarligu reinsanina, og teir søgdu við Jóannes: „Rabbi, hinumegin Jordan­ánna vóru vit saman við einum manni, sum tú segði, var nakað serstakt. Nú er hann eisini farin at doypa, og øll fara til hansara.“


Jóannes svaraði: „Eingin kann taka nakað frá okkum, uttan tað verður honum givið av himli. Tit hoyrdu sjálvir, tá ið eg segði: „Eg eri ikki Messias, men eg eri sendur undan honum. Tað er brúðgómurin, sum hevur brúðrina, men vinur brúðgómsins stendur hjá honum og gleðist hansara vegna. Tí eri eg sera glaður um tað, sum hendir nú. Tað eigur at vera soleiðis, at hann fær meira týdning og eg minni.

 

Tann, sum kemur av himli, er yvir øllum, og tann, sum er av jørðini, hoyrir jørðini til og talar sum eitt menniskja. Hann, sum er komin av himli, veit meiri enn øll hini.


Hann sigur frá um tað, hann hevur sæð og hoyrt, men kortini vil eingin trúgva honum. Men tann, sum trýr, staðfestir, at Gud er sjálvur sannleikin.


Tann, sum Gud sendi út, talar sum Gud, tí Gud hevur givið honum sín Heilaga Anda uttan avmarking. Hann elskar sín Son og hevur litið honum alt til.


Tann, sum trýr á Sonin, hevur ævigt lív, men tann, sum vrakar hann, fær tað ikki. Guds vreiði hvílir yvir honum.“


Jóh. 3,25-36
Nýggi Sáttmálin