Jólaheilsan frá Bíbliufelagnum 2019
22.12.2019

So eru tey aftur her – jólini. Hátíðin sum flest øll seta í samband við hugna, nærveru og nokk av øllum góðum. Vit renna frá einum tiltaki til annað og gera nógv fyri ikki at detta burtur ímillum, tí tað má ikki vera so at vit ”missa” jólini, tí vit ikki vóru til staðar har tað hendi.


Hjá nógvum av okkum eru jólini tann mest strongda tíðin á árinum, tí tað er so nógv vit hugsa vit skula gera fyri at liva upp til fyri at hava gjørt okkara til, at hetta vera tey bestu jólini nakrantíð.


Men hvat var tað nú kristnu jólini veruliga byrjaðu við. Var tað ikki okkurt við, at onkur kom til okkara – ikki bara soleiðis kom fram við, men veruliga tók búgv ímillum okkum? Og ikki nokk við tað, men fyri at koma, mátti hann siga farvæl við sjálvan himmalin, hansara heim. Vit hátíðarhalda eisini at Jesus ofraði alt fyri at koma til okkum.


So er spurningurin, hvussu taka vit ímóti einum slíkum gesti? Er hann bara ein gestur sum kemur og fer, ella loyva vit honum at steðga á – at taka búgv hjá okkum - í okkum???


Marta í Bethania, fekk at vita frá Frelsaranum: “Eitt er neyðugt!” Tað er neyðugt, ja avgerandi neyðugt hjá okkum, at seta okkum við føtur hansara, sum kom í heimin – og at vera sitandi har. Tað er tann ”góði luturin”, tann luturin sum fer at vinna, ja longu hevur vunnið!


Lat okkum ikki gloyma, í øllum tí ”Martu-góða” vit gera og eru í tí dagliga, at vit longu áðrenn eru funnin verd, at frelsarin fór úr himmli, fyri at vera saman við okkum. Okkara æviga lív hongur í, hvussu vit taka ímóti honum - um vit taka ímóti honum. Tað er ikki hvat eg og tú kunna gera, sum gevur okkum eini veruliga Gleðilig Jól, men um vit duga at síggja at alt er okkum givið – okkara lutur er at taka ímóti honum.


2019

 

Í ár hevur Føroyska Bíbliufelagið broytt bygnað, so at felagið ikki longur hevur limir, men stuðlar. Við at vitja kirkjur og samkomur oftari, vil felagið koma meira runt landið og harvið betur koma í samband við fleiri fólk. Hægsta endamálið er framvegis, at Guds orð Bíblian, skal koma út til hvønn einstakan føroying og vera ein livandi partur av dagliga degnum hjá okkara fólki.


Hóast eingin útgáva er komin í ár, so verður av álvara arbeitt við tveimum stórum verkætlanum. Tað stóra takið, er nýggja umsetingin av allari bíbliuni, sum Hans Jacob Joensen hevur latið felagnum. Hin er endurskoðanin av Nýggja Sáttmálanum, sum ætlandi fer at koma út seint í 2020. Ein nýggj barnabók kemur eisini út seint komandi summar.


Fyri at náa á mál við verkætlanunum, er alneyðugt at vit standa saman um at tæna, har vit eru, við teimum gávum og evnum vit hava fingið. Í hesum sambandi er frá 1. mai í ár Jóngerð Mikkelsen í Sørvági sett í hálvtíðarstarv sum forlagsleiðari. Vit ynskja Jóngerð vælkomnari.


Eg hugsi eisini um tykkum, ið veita signing við gávum, forbøn og við at rætta felagnum hond á so mangan hátt. Stóra takk fyri!


Aftur í ár eru vit sera glað fyri, at bíbliu orð, greinar og átøk regluliga koma út á heimasíðu og Facebook. Hetta eru vit Ásbjørn Jacobsen sera takksom fyri.


”Tá ið hann verður kendur, skal hann, hin rættvísi tænari mín, gera mangar rættvísar, hann sum bar missgerðir teirra.” Jesaja kap. 53,11b.

 

Føroyska Bíbliufelagið ynskir tær eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár!

 

Vegna Føroyska Bíbliufelagið,


Gunnar K. Nattestad,
aðalskrivari