Lurta
Føddur í einum fjósi
24.12.2019

Um hesa tíðina gav Augustus keisari boð um, at fólkateljing skuldi verða í øllum Rómverjaríkinum.


Hetta var fyrsta fólkateljing, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýria. Øll skuldu fara at vera skrásett í ættarbygd síni. Eisini Jósef fór úr Nasaret í Galilea til Betlehem í Judea. Her var Dávids bygd, og Jósef og familja hansara vóru ættað frá Dávidi. Jósef varð uppskrivaður á fólkatalslistan saman við Mariu trúlovaðu síni.


Tíðin var komin, at Maria skuldi eiga sítt fyrsta barn, og meðan tey vóru í Betlehem, átti hon son sín. Hon ballaði hann og legði hann í eina krubbu í einum fjósi, tí tey funnu einki annað rúm at vera í.


Tætt við bygdina vóru nakrir hirðar, sum hesa nátt sótu og ansaðu seyði sínum úti á bønum. Brádliga skein eitt bjart ljós um teir, og ein eingil frá Gudi stóð framman fyri teimum. Teir vóru ógvuliga bangnir, men eingilin segði: „Ræðist ikki, tí eg komi við góðum tíðindum, sum fer at gleða fólkið. Í dag hava tit fingið ein Frelsara. Hann er Messias (ið merkir salvaður), Harri tykkara, og hann er føddur í Betlehem, Dávids bygd. Tit skulu kenna hann av, at hann liggur ballaður í eini krubbu.“


Í somu løtu var ein fjøld av einglum har, og teir sungu: „Vit hálova Gudi í hægsta himli. Friður til menniskju á jørð, til teirra, sum gera vilja hansara.“


Luk. 2,1-14
Nýggi Sáttmálin