Lurta
Orðið gjørdist menniskja við holdi og blóði
24.12.2023

Alt byrjaði við Orðinum. Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud. Hann var hjá Gudi, áðrenn alt varð skapað. Við honum skapaði Gud alt, og uttan hann var einki annað til.

 

Lívið var í honum, og lívið var ljósið hjá menniskjunum. Tað lýsir fyri okkum í myrkrinum, og myrkrið hevur ikki megnað at vunnið á tí.


Ein maður kom, ið æt Jóannes. Hann var sendur av Gudi og kom at vitna um ljósið, so øll kundu trúgva á Gud. Jóannes var ikki sjálvur ljósið, men kom at vitna um tað. Tað sanna ljósið, sum skínur fyri øllum menniskjum, var við at koma í heimin.

 

Hann var í heiminum. Heimurin varð skapaður við honum, men heimurin skilti hann ikki. Eingin tók ímóti honum, sjálvt um hann kom til menniskju, sum áttu at kent hann. Bara nøkur fá tóku ímóti honum; tað vóru tey, sum trúðu á Gud, og tey fingu rætt at verða Guds børn. Tey gjørdust ikki Guds børn við at føðast á vanligan hátt, heldur ikki tí at menniskju vildu tað, men av tí at Gud vildi tað.


Orðið gjørdist menniskja við holdi og blóði og búsettist ímillum okkum, og vit sóu guddómleika hansara. Hann var einasti Sonur Guds, fullur av Guds náði og sannleika.


Jóh. 1,1-14
Nýggi Sáttmálin