Lurta
Ikki við friði, men við svørði
26.12.2019

Tann, ið vil kennast við meg fyri menniskjum, vil eg eisini kennast við fyri Pápa mínum í himli. Men tann, ið ikki vil kennast við meg á jørðini, vil eg heldur ikki kennast við fyri Pápa mínum í himli.

 

Haldið ikki, at eg eri komin við friði til jarðar. Eg eri ikki komin við friði, men við svørði.


Eg eri komin at elva stríð ímillum son og pápa hansara, ímillum dóttur og mammu hennara, ímillum sonarkonu og vermammu, ja, sjálvt tænastufólkið skal gerast fíggindi hjá harra sínum. Tann, sum elskar pápa sín ella mammu sína, son ella dóttur meira enn meg, er mær ikki verdur.

 

Tann, sum ikki tekur kross sín upp og ikki er fúsur at ganga í deyðan saman við mær, er mær ikki verdur. Tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað. Men tann, ið missir lívið fyri mína søk, skal bjarga tí.

 

Tann, sum tekur ímóti tykkum, tekur ímóti mær, og tann, sum tekur ímóti mær, tekur ímóti honum, sum hevur sent meg. Tann, sum tekur ímóti einum profeti, av tí at hann er ein profetur, skal fáa løn sum profetur.

 

Tann, sum tekur ímóti einum menniskja, av tí at hetta menniskja ger Guds vilja, skal fáa somu løn sum tað. Og tann, sum gevur einum tykkara okkurt at drekka, av tí at tit fylgja mær, skal so vissuliga fáa sína løn.“


Matt. 10,32-42
Nýggi Sáttmálin