Soleiðis gekk tað út, sum Gud hevði sagt
28.12.2019

Tá ið stjørnuspámenninir vóru farnir, kom Guds eingil í dreymi til Jósefs og segði við hann: „Reis teg og far til Egyptalands við barninum og mammuni og verð har, til eg sigi tær til. Heródes leitar eftir barninum og ætlar at drepa tað.“


Jósef fór upp um náttina, og í myrkri flýggjaði hann til Egyptalands við Mariu og Jesusi. Hann varð verandi har, til Heródes var deyður. Soleiðis gekk tað út, sum Gud hevði sagt. Hjá profetinum Hósea stendur skrivað: „Úr Egyptalandi kallaði eg son mín.“

 

Tá ið Heródes uppdagaði, at stjørnuspámenninir høvdu svikið hann, varð hann í øðini. Hann gav hermonnum sínum boð um at drepa øll dreingjabørn undir tvey ár í Betlehem og har um leiðir. Tvey ár samsvaraði við tíðina, tá ið barnið var føtt, soleiðis sum stjørnuspámenninir høvdu greitt frá.


Soleiðis gekk tað út, sum Gud hevði sagt gjøgnum Jeramia profet: Í Rama hoyrist skríggj, grátur og eymkan. Rakul grætur um børn síni, og eingin kann ugga hana, tí tey eru ikki her meira.


Men tá ið Heródes var deyður, vísti Guds eingil seg fyri Jósefi í dreymi og segði við hann: „Reis teg og far heim aftur við barninum og mammuni. Teir, sum ætlaðu at drepa barnið, eru deyðir.“ Jósef gjørdi, sum eingilin segði, og fór heim við Jesusi og Mariu.

 

Í Judea varð Arkelaus, sonur Heródesar, kongur eftir pápa sín. Jósef frætti hetta og tordi ikki at fara hagar. Í einum dreymi fekk hann boð um at fara til Galilea, og tá ið hann kom hagar, búsetti hann seg í eini bygd, ið eitur Nasaret.

 

Soleiðis gekk tað út, sum Gud hevði talað gjøgnum profetarnar, at Jesus skuldi kallast nasareari.


Matt. 2,13-23
Nýggi Sáttmálin