Lurta
Bíblia 2020 - nýtt heimsumfatandi átak
30.12.2019

Føroyska Bíbliufelagið er við í einum heimsumfatandi átaki ella verkætlan í 2020.

 

Endamálið við átakinum, er, at fáa fólk um allan heim at lesa í Bíbliuni.

 

Enska heitið á átakinum er: "Bible 2020" á føroyskum "Bíblia 2020". Tað er Bíbliufelagið í Skotlandi, sum hevur tikið stig til og samskipar átakið í samstarvi við United Bible Societies.

 

Bíblian er Guds heilaga og máttmikla orð. Appin 'Bible 2020' samansjóðar kristin um allan heim, tá ið vit lesa sama bíbliutekst hvønn dag, á 150 ymiskum tungumálum. Vit trúgva, at Gud fer at brúka hetta, til at nema við menniskju kring allan heimin.

 

 

Ímynda tær túsundtals fólk um allan heim, ið lesa Bíbliuna hart saman - eisini vit føroyingar og á føroyskum.

 

Hugskotið er ørandi, men einfalt kortini.

  • Tín avbjóðing: Les Bíbliuna hart hvønn dag í 2020.
  • Tín heimsumfatandi felagsskapur: Fólk um allan heimin lesa eftir somu lesiætlan.
  • Tín pallur: Ein app, har tú fært dagsins tekst til hvønn dag í árinum, sum kann nýtast
       á flest øllum tungumálum.

Saman við øðrum, tala og hoyra vit orð úr Bíbliuni hvønn dag og deila hetta upplivilsi við okkara kæru og bíbliulesarar um allan heimin!

 

Kom og verð við frá 1. januar 2020, tá ið vit byrja at deila bíbliutekstir hvønn dag alt árið.

 

Lat Bíbliuna hoyrast - her heima og um allan heimin.

 

Øll, allastaðni lesa Bíbliuna!

 

Vælkomin at vitja og dáma facebook-síðuna: https://www.facebook.com/2020biblia/

Har verður kunna nærri um átakið Bíblia 2020.

 

IOS: Downloada appina 'Bible 2020' á App-Store.

Android: Downloada appina 'Bible 2020' á Goggle-Play.

 

Her kanst tú lesa meira - á enskum: https://bible2020.org

 

Her kanst tú taka niður lesiætlan fyri alt árið 2020. Trýst her.


Sí eisini video niðanfyri...

 

 

Samskipari fyri Føroyar: Ásbjørn Jacobsen, tlf. 597777, aj@biblia.fo