Navnið, sum er yvir hvørjum einum navni
08.01.2020

Lovsongurin í Filippibrævinum, 2,5-11, er ein hin vakrasti, eg steðgi við í allari Bíbliuni. Av sonnum verður hann nevndur -Carmen Christi-. Hann er bæði elskaður og nógv umrøddur.


Umrøðan snýr seg fyrst og fremst um, hvussu misjøvnu liðini ella versini týðiligast eiga at verða fatað og verða raðfest í mun til hvørt annað.


Sama, hvussu, so boðar lovsongurin, at Jesus í ævinleikanum var hjá Gudi, áðrenn hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur.


Sum sannur maður, varð hann lýðin Guds frelsuætlan alt til deyðan á krossinum. Tí hevur eisini Gud hátt upphevjað hann og givið honum navnið, sum er yvir hvørjum einum navni.


Hvat er navnið? Tað er Jesunavnið, frelsunavnið! Grundleggjandi vísir eisini hetta á navnið -Harrin (Jahve/Kyrios)-, ið er Guds egna navn og umboðar tað, Gud er og gevur.


- Í Jesu navni skal hvørt knæ boyggja seg, teirra, sum eru á himni, og teirra, sum eru á jørð, og teirra, sum eru undir jørðini, og hvør tunga skal ásanna, at Jesus Kristus er harri, til dýrdar Guds faðirs. (Fil. 2,10-11)

 

Bård Hauge
Henry Debes Joensen, umsetti