Prestur í Irak sigur: -Jesus er hjálpin í vónloysinum
15.01.2020

Hann er prestur hjá heimafturkomnum kristnum irakum eftir kríggið. Djúpu sárini í sál og sinni gera vart við seg. Younan, prestur, leitar fram bíbliusøgur til tess at lýsa ræðuleikarnar og missin eftir kríggið.


Younan, prestur, hevur gjørt bíbliu-vikulesiætlanir at nýta hjá heimkomnu kristnu irakunum. Kirkjurnar liggja allar í sorli. Kirkjufólkið savnast í garðinum uttanfyri sundursorlaðu kirkjurnar.

 

Bíblian í nýggjum ljósi

 

-Mong kristin hava eitt endurnýggjað huglag til Bíbliuna,- sigur hann. -Bíblian hevur verið eins og ein kokusnøt hjá mongum. Tey hava ikki klárað at vunnið seg gjøgnum kokusskalið at smakka góða matin innanfyri. Tey hava ongan kunnleika um Gamla Testamenti. Hava vit kunnleika um GT, skilja vit betur NT.-

 

-Hetta, ið hendi okkum, minnir um burturflytingina til Bábel: Hóast tey høvdu syndað í stórum, var Gud við teimum. Gud er altíð okkum nær, hóast vit halda okkum vera dragnað burtur frá honum.

 

Á henda hátt fari eg einaferð úr hesum heimi. Fari hiðani við ongum. Gud hevur víst mær, at alt, mær ognaðist her í heimi, fær einaferð einki virði. Gud fer ikki at spyrja um, hvussu nógvar bøkur ella, hvussu nógvan pening, eg átti.-


Mistu alt

 

06. august 2014, var Younan, prestur, noyddur at flýggja. -Klokkan var farin av 4 á morgni. Mátti fara frá øllum, eg átti: -klæðum, bókum, bili og heimi mínum. Hevði bara klæðini, eg var í.-

 

Hann samanber flýggjanina við deyðan: -Á henda hátt fari eg einaferð úr hesum heimi, á berum. Gud hevur víst mær, at alt, mær ognaðist her, er mær tá virðisleyst. Gud fer tá ikki at spyrja, hvussu nógvar bøkur, ella hvussu nógvan pening, eg átti.-


-Trúgvin er okkara bjarging-

 

Younan, faðir, hevur hugsað sær, hvussu lív okkara hevði verið, um vit ikki vóru kristin. -Bjarging okkara er kristna trúgvin. Hon bjargaði okkum undan ræðslu og yvirgangi. Hvussu høvdu vit kunnað funnið hvíld og frelsu, vóru vit ikki kristin?-


Younan, faðir, hevur skeið fyri okkum um evnið: -Sálarligar skelkir og løstir, heimafturkomnu, kristnu flóttarfólkunum í Qaraqosh. Hann upplivir Bíbliuna sum eitt veldugt tilfeingi í virkan síni: -Skeiðini eru til stóra hjálp hjá menniskjum bæði andaliga og likamliga. Innan øll lívsøki hjálpir Jesus okkum út úr vónloysinum. Vit eiga at gevast við at seta spurningar viðvíkjandi flýggjan okkara frá hús og heimi; men ístaðin hugsa um, hvussu lívið kann halda fram. Tað eru eins og tríggjar býir at ferðast ígjøgnum: -fyrst avsannar ella avnoktar tú vandamálini; síðan beiskur og illur; at enda ein nýggj byrjan,- sigur hann.

 

Kelda: Danska Bíbliufelgið
Henry Debes Joensen, umsetti