Lurta
Vatn til vín
18.01.2020

Tríggjar dagar seinni var brúdleyp í Kana í Galilea, og Maria, mamma Jesu, var boðin eins og Jesus og lærusveinarnir.

 

Undir borðhaldinum var vínið uppi, og Maria segði við Jesus: „Tey hava einki vín eftir.“ „Hvat hava vit við tað at gera?“ spurdi Jesus. „Mín tíð er ikki komin enn.“ Men Maria fór kortini og segði við tænararnar: „Gerið tit bara, sum hann biður tykkum.“


Har stóðu seks vatnkør úr steini, sum jødar brúktu eftir reinsanarsiði sínum, og hvørt teirra tók umleið hundrað litrar. Jesus bað tænararnar oysa vatn í kørini, og teir fyltu tey á tremur.


So segði hann: „Oysið nú upp og latið yvirtænaran smakka.“ Teir so gjørdu. Tænararnir oystu upp, yvirtænarin smakkaði vatnið, sum nú var vorðið til vín. Hann visti ikki, hvaðan tað var komið, men tað vistu tænararnir, sum høvdu oyst vatn í kørini.

 

Yvirtænarin rópti á brúðgómin og segði við hann: „Tey plaga at seta tað góða vínið fram fyrst, og tá ið gestirnir kenna til, verður tað vánaligara vínið sett fram. Men tú hevur goymt tað góða vínið líka til nú.“


Tað var í Kana í Galilea, at Jesus gjørdi tað fyrsta av sínum nógvu teknum. Á henda hátt sýndi hann týðiliga, at hann var guddómligur, og lærusveinarnir byrjaðu at trúgva á hann.


Jóh. 2,1-11
Nýggi Sáttmálin