Lurta
At vera til reiðar
08.02.2020

Her er ein onnur søga um tað sama: Ein maður fór av landinum at ferðast. Hann kallaði húskallar sínar til sín og gav teimum ábyrgd av allari ogn síni.


Einum gav hann fimm talentir, øðrum tvær talentir, og hinum triðja eina talent – alt eftir teirra førleika. Síðan fór hann avstað. Tann, sum fingið hevði hinar fimm talentirnar, fór beinanvegin at handla við teimum og vann fimm aftrat. Somuleiðis vann tann, sum hevði fingið tvær talentir, tvær aftrat. Men tann, sum hevði fingið eina talent, fór og gróv eitt hol í jørðina og fjaldi har pengarnar hjá harra sínum.


Tá ið ein long tíð var liðin, kom húsbóndin hjá hesum húskøllunum heim og bað húskallarnar leggja fram roknskapin. Fyrst kom tann, sum fingið hevði fimm talentir, hann hevði vunnið fimm aftrat og segði: „Harri, hygg, tú gavst mær fimm talentir, og her eru fimm aftrat.“ „Tað var væl gjørt,“ segði harri hansara. „Tú ert ein góður og trúgvur húskallur. Tú hevur verið trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Lat okkum gleðast um tað.“


So kom hann, sum fingið hevði tvær talentir. Hann segði: „Harri, eg fekk tvær talentir, og hygg, eg havi vunnið tvær aftrat.“ „Tað var væl gjørt,“ segði harri hansara. „Tú ert ein góður og trúgvur húskallur. Tú hevur verið trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Lat okkum gleðast um tað.“


Síðan kom tann, sum fingið hevði eina talent. Hann segði: „Harri, eg kenni teg sum ein harðan mann. Tú heystar har, sum tú ikki hevur sáað. Og tú savnar saman har, sum tú ikki hevur stroytt. Eg óttaðist teg og fór tí og gróv talent tína niður í jørðina. Hygg, her hevur tú títt.“


„Tú ert ein dovin og dugnaleysur húskallur,“ segði harri hansara við hann, „tú hevur altíð vitað, at eg heysti, har eg ikki havi sáað, og savni saman, har eg ikki havi stroytt. Tú átti at hava sett talentina inn hjá pengavekslara, so kundi eg fingið talentina aftur við rentu.“ Hann segði við hinar: „Takið talentina frá honum og gevið honum, sum hevur tíggju, hana. Tí tann, sum hevur nakað, skal fáa upp aftur meira. Men tann, sum einki hevur, skal missa tað sindrið, hann hevur. Kastið handa ódugnaliga húskallin út í myrkrið uttanfyri; har skal verða grátur og tannagrísl.“

 

Matt. 25,14-30
Nýggi Sáttmálin