Lurta
Hvat kunnu vit líkna tað við?
03.02.2024

Jesus segði: „Við Guds ríki er tað sum hjá einum bónda, ið hevur sáað korn í sín akur.


Dagarnir ganga, hann fer upp, hann fer til songar, kornið nælir og veksur upp; og hann veit ikki sjálvur hvussu. Jørðin ber grøði av sær sjálvari, fyrst nálir, síðan aks og síðan fult korn í aksinum. Tá ið kornið er búgvið, fer bóndin undir akurskurðin.

 

Hvussu kunnu vit annars siga frá Guds ríki? Hvat kunnu vit líkna tað við?


Sinnopsfræið er ein góð mynd. Tá ið tað verður sáað í jørðina, er tað minni enn øll onnur fræ, men tá ið tað veksur upp, verður sinnops­plantan størri enn allar aðrar plantur og fær so stórar greinar, at himmalsins fuglar kunnu byggja sær reiður í skugganum av teimum.“


Mark. 4,26-32
Nýggi Sáttmálin