Lurta
7 bønir
19.02.2020

1. Gud, vit takka tær fyri mikla kærleika tín til okkara. Vit játta fyri tær, at vit ofta vísa frá okkum kærleika tín ella halda, at vit eiga hann uppibornan. Vit biðja um, at kærleiki tín má sýna seg í verki gerandisdagin. Vit biðja um, at kirkja okkara man verða eitt stað bæði fyri ungum og eldri. Amen!


2. Gud, vit takka tær fyri ætlanir tínar um æviga heimið, ið skal hýsa okkum aftaná hetta lív. Vit játta fyri tær, at vit so ofta fara skeiv av málinum og ikki liva lív okkara samsvarandi vilja tínum. Vit biðja teg um hjálp at stremba eftir at síggja framgongd og eydnu í býum og bygdum í landi okkara. Vit biðja fyri teimum, ið taka skulu avgerðirnar, at tær mugu verða bygdum og býum okkara at gagni. Gev teimum vísdóm og kunnleika at leiða og stýra væl. Amen!


3. Gud, vit takka tær, tí tú sært okkum og ynskir felagsskap við okkum. Vit játta fyri tær, at vit alt ov ofta læsa dyr og hjørtu fyri neyðstøddum menniskjum. Vit biðja um frímóð at bjóða tær og øðrum menniskjum á gátt hjá okkum. Vit biðja fyri teimum einsamøllu og eymu og eisini teimum, ið koma sær í vanda. Amen!


4. Gud, vit takka tær, tí tú hevur sigrað á deyðanum. Vit játta fyri tær, at mótgongdir í lívinum mangan taka trúargleðina frá okkum. Vit biðja teg hjálpa okkum at tæna hvør øðrum, so vit saman kunnu gleðast í trúnni á teg. Vit biðja fyri teimum atsøktu og teimum, ið sita innanfyri læstar dyr, av tí at tey trúgva á teg. Amen!


5. Gud, vit takka tær, tí tú ert tað livandi vatnið, ið mettar okkum. Vit játta fyri tær, at vit mangan royna at fylla tómleikan á okkara egna hátt og ikki lata okkum fylla av tær. Vit biðja teg, at tú mást verða keldan í okkum, ið veitir okkum æviga lívið. Vit biðja fyri øllum, ið trúgva á teg, at tey mega spjaða vón og kærleika í heimi og á arbeiðsplássi teirra. Amen!


6. Gud, vit takka tær, tí tú býður ófullkomnum menniskjum við inn á trúarvegin, vit játta fyri tær, at felagsskapur okkara mangan ikki er fevnandi. Vit biðja um, at eingin tvídráttur og spjaðing má syndra kirkju tína; men at vit eru eitt í trúnni á Kristus. Vit biðja fyri teimum, ið sjúk eru ella eru fjøtrað av einum ella øðrum. Hjálp okkum í felagsskapi at uppfylla teirra tørv í nærveru teirra. Amen!


7. Gud, vit takka tær fyri vónina um, at vit ein dag skulu sleppa at verða saman við tær. Vit játta, at vit ikki altíð eru brennandi at leiða menniskju til tín. Vit biðja fyri øllum, ið leita eftir tær. Kom og ver saman við teimum á leiðum teirra. Vit biðja fyri kirkjunnar barna- og ungdómsarbeiði. Leið tú eitt nýtt ættarlið á ferðini fram til æviga bústaðin á Himli. Amen!


Henry Debes Joensen, umsetti.
Kelda: Bønarfaldari hjá Evangelisk Alliance í Danmark.