Lurta
Jesus, Dávids sonur, hjálp mær!
22.02.2020

Hann tók teir 12 til sín og segði við teir: „Nú fara vit til Jerusalem.


Og alt tað, sum profetarnir hava sagt um Menniskjusonin, skal ganga út. Eg verði givin upp í hendurnar á rómverjum. Teir háða meg, fara illa við mær og spýta á meg. Teir skulu húðfleingja meg og drepa meg, og triðja dagin skal eg rísa upp frá deyðum.“


Men teir skiltu einki av tí, hann segði. Tað gav onga meining.

 

Tá ið Jesus nærkaðist Jeriko, sat ein blindur biddari við vegin. Hann hoyrdi, at mong gingu framvið og spurdi, hvat hetta var. „Tað er Jesus úr Nasaret, sum kemur framvið,“ søgdu tey honum. Tá fór biddarin at rópa: „Hjálp mær, Jesus, kongssonur jødanna!“


Tey, sum gingu fremst, hóttu at honum og bóðu hann tiga, men hann rópti enn harðari: „Jesus, Dávids sonur, hjálp mær!“ Jesus steðgaði og bað tey leiða hann til sín. Jesus spurdi hann: „Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?“. „At eg má fáa sjón mína aftur, Harri,“ svaraði biddarin. „Opna eyguni og síggj!“ segði Jesus. „Trúgv tín hevur bjargað tær.“


Og í somu stund fekk maðurin sjónina aftur, og hann prísaði Gudi og fylgdi Jesusi. Og alt fólkið lovaði Gudi fyri tað, tey høvdu sæð.


Luk. 18,31-43
Nýggi Sáttmálin