Lurta
Hvør er størstur?
29.02.2020


Tað gjørdist ein orðadráttur um, hvør teirra hevði størst týdning.


Tá segði Jesus við teir: „Kongar ráða yvir fólki sínum; og teir, sum hava valdið, kalla seg fólksins verja, men soleiðis eigur ikki at vera tykkara millum. Tann størsti av tykkum eigur at vera sum tann minsti, og tann, ið ræður, skal vera tænari hjá hinum.

 

Tí hvør er størstur, tann, ið situr við borðið, ella tann, ið tænir? Tit halda helst tann, sum situr til borðs, men tá ið eg eri saman við tykkum, er tað eg, sum eri tænari tykkara.


Tit hava verið hjá mær, tá ið eg havi fingið mótstøðu. Nú gevi eg tykkum Ríkið, eins og Pápi mín gav mær tað. Tit skulu sita til borðs saman við mær og eta og drekka og skulu sita í hásætum og ráða yvir teimum 12 ættum Ísraels.


Pætur, Pætur! Satan hevur kravt at fáa tykkum útflýggjaðar. Hann ætlar at skilja tykkum allar frá mær, eins og dumban verður sáldað frá hveitini. Men eg havi biðið um, at tú skalt varðveita trúnna á meg. Og tá ið tú kemur aftur til mín, skalt tú taka tær av hinum.“


Luk. 22,24-32
Nýggi Sáttmálin