Lurta
Føroyska Bíbliufelagið í Kirkjubø
28.02.2020

Sunnudagin, 1. mars, kl. 11.00 vitjar stýrið í Føroyska Bíbliufelagnum Ólavskirkjuna í Kirkjubø.

 

Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, sum eisini er forseti í Bíbliufelagnum, prædikar, og Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari, kunnar um virkið og ætlanir felagsins. Kirkjukaffi er í Roykstovuni aftaná gudstænastuna.

 

Føroyska Bíbliufelagið er felagskirkjuligt og er limur í Sameindu Bíbliufeløgunum (UBS), sum er virkið í fleiri enn 200 londum kring heimin.

 

Bíbliufelagið vitjar javnan kirkjur og samkomur um alt landið, og hevur stýrið seinast vitja Kelduna, Katólsku kirkjuna, City Church, Frelsunnarherin og felagsgudstænastuna í Sandoy.

 

Endamálið hjá Føroyska Bíbliufelagnum er:
1. at geva út Bíbliuna og partar av henni á føroyskum máli og at fáa Bíbliuna út,
2. at skipa fyri týðing av Bíbliuni ella pørtum av henni, at endurskoða verandi
bíbliuútgávur og at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum,
3. at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika,
4. at hava innsavningar, forlagsvirksemi og bókasølu,
5. at umsita sambandið við útlendsk bíbliufeløg,
6. at stuðla altjóða bíbliuarbeiði.

Bíbliufelagið arbeiðir við fleiri stórum verkætlanum. Ein nýggj bíbliuumseting eftir Hans Jacob Joensen fyrrverandi biskup er ávegis, gerandisútgávan av Nýggja Testamenti verður endurskoðan og ein barnabók kemur út seinni í ár.