Lurta
Philadelphia Lyftið
06.03.2020

Heimsfundur hjá Sameindu Bíbliufeløgum (United Bible Societies - UBS) var í Philadelphia, USA 12. - 18. mai 2016.


Bergur D. Joensen og Øssur Kjølbro umboðaðu Føroyska Bíbliufelagið. Nú hava vit fingið umsett hetta skjalið frá fundinum: "Philadelphia Lyftið".


Vit, limirnir í Sameindu Bíbliufeløgunum, sum eru komnir saman á Heimsfundinum í Philadelphia í mai 2016, staðfesta, í djúpum takksemi til Guds, missiónina, visjónina og virðini hjá Sameindu Bíbliufeløgunum og binda okkum av nýggjum til lyklaeyðkennini hjá tænastuni hjá felagsskapi (UBS) okkara:

 

Vit miða eftir søguliga endamáli okkara at fremja so víðfevnda sum gjørligt, effektiva og meiningsfulla útbýting av Heilagu Skriftunum og at hjálpa fólki at vera samvirkin við Guds Orð.

 

Vit binda okkum til allar síður av Bíbliulívsringrásini, íroknað Týðing, Forlagsvirksemi, Útbýting, Engagement og Verja.

 

Vit staðfesta, at bíbliutýðing er kjarnusetningur okkara, sum miðar eftir at útvega einum og hvørjum atgongd til Bíbliuna á tí máli, sum tey velja.

 

Vit tæna øllum kristnum kirkjum og vilja framhaldandi binda okkum til meginregluna um felagsskap tvørturum trúarjáttanir.

 

Vit virðismeta at samstarva sum ein felagsskapur til tess at fremja missión okkara, og binda okkum til at endurskoða bygnaðin fyri felagsskap okkara fyri at røkka hesum.

 

Vit taka undir við tørvinum á gjøgnumskygni og roknskaparskyldu mótvegis hvør øðrum og mótvegis veljarum okkara. Vit eru samd um at halda fast við okkara felags standardir og politikk.

 

Grundarlagið og heimildin hjá felagsskapi okkara er fremjanin av Jesu orðum í missiónsboðunum (Matteus 28,18-20). Bíbilska virðið at býta millum sín (Hebr 13,16) verður verandi í miðdeplinum í viðurskiftunum okkara millum. Grundað á hesar játtanir eru vit eggjað til at bera fram stevnumiðini niðanfyri.

 

1. Savna okkum um málbólkarnar
Okkara lykla málbólkar verða í miðdeplinum í avgerðum okkara, tá vit áseta staðbundnar raðfestingar. Vit vilja tryggja, at málbólkarnir, sum vit tæna, eru umboðaðir, tá vit leggja ítøkiligar ætlanir. Sum ein altjóða felagsskapur vilja vit menna og framleiða altjóða átøk fyri Bíbliu engagement fyri hvønn málbólk, so sum:

a. ungdóm og familjur, íroknað ein ella fleiri nýggjar týðingar fyri tey yngri enn 30 ára gomlu,

b. tey spjøddu, migrantar og flóttafólk,

c. fólk við aðrari trúgv við serligum atliti at TAZI málbólkum, (TAZI = bíbliutørvur hjá muslimum),
d. fólk við serligum tørvi at nøra um engagement sítt við Guds Orð, íroknað tey deyvu, tey sjónveiku og analfabetar,

e. fólk sum hava HIV og tey traumatiseraðu.

 

2. Styrkja viðurskifti við kirkjur
Sum bíbliufeløg vilja vit taka viðurskifti okkara við kirkjur upp, tá vit leggja staðbundna strategi, og byggja nýggjar relatiónir við kirkjur, sum í løtuni ikki til fulnar eru við í arbeiði okkara. Sum felagsskapur vilja vit halda fram at menna viðurskifti okkara við alheims kirkjusamfeløg. Vit vilja stovna upplæringarátøk fyri kirkjurelatiónir.


3. Samognarskapur í missión okkara
Bíbliufeløg vilja arbeiða saman um at leggja til rættis verkætlanir og seta av játtanir og annað tilfeingi í einum anda av javnstøðu og virðing fyri staðbundnum ognarskapi. Hetta skal koma til sjóndar við eini størri umboðan frá “alheims suðuri”, tá verkætlanir verða lagdar til rættis og avgerðir tiknar um pening.

Felagsskapurin vil betra innanhýsis samskiftið og virða margfeldið í felagsskapinum.

 

4. Stuðul til missión
Vit endurnýggja tilsøgn okkara um at stuðla bíbliufeløgum, sum arbeiða í økjum, har tey kristnu eru undir trýsti. Hetta skal koma til sjóndar við einum burðardyggum fíggjarligum og praktiskum stuðli til tey raktu feløgini.


5. Talgild tøkni sum stuðlar allari Bíbliulívsringrásini
Vit vilja styðja okkara ætlanum tvørtur um alla Bíbliulívsringrásina við at nýta hóskandi talgilda tøkni, til tess at røkka nýggjum málbólkum, ið skapa størri engagement.


Við ávísum skundi vilja vit taka talgilda tøkni í nýtslu fyri at bøta um burðardyggleikan, brandingina, marknaðarføringina og kjarnuundirstøðukervið hjá bíbliufeløgum.
Vit vilja royna at eyðmerkja eitt ella fleiri bíbliufeløg, sum skulu hýsa einum missiónstilfeingisdepli fyri talgilda menning.

 

6. Menna leiðsluførleikar
Sum bíbliufeløg vilja vit virka fyri ætlanum fyri arvafylgju og røkt av talentum. Í felagskapinum vilja vit styrkja førleikamenning okkara fyri stýri og starvsfólk, serliga eldri starvsfólk, so at øll bíbliufeløg í 2022 hava leiðarar, sum eru virknir í útbúgving og menning.

 

7. Fremja burðardyggleika í missión
Tá ið hugsað verður um at fremja størri burðardyggleika í missión okkara, vilja vit:
a. styrkja samstarv millum bíbliufeløg í “skyldskaparbólkum” (í UBS: óformligt samstarv millum feløg, sum sjálv finna saman um felags áhugamál) eins væl og millum tveir partar,
b. bøta um umsjónina við ognum, rakstrarpeningi og inntøkum,
c. optimera røkt okkara av upphavsrætti, bæði á prenti og talgilt,
d. arbeiða fram ímóti at vera minni tongd at altjóða stuðli og styrkja staðbundna fundraising og annað inntøkuskapandi virksemi,
e. eyðmerkja og seta strategiskar samstarvsfelagar at útvega høvuðssíður í missión okkara,
f. gera greiðari leiklutirnar og ábyrgdirnar hjá limunum í felagsskapinum, íroknað tey hjá Altjóða missiónstoyminum.

 

8. Leiðreglur fyri holistiska tænastu
Grundað á vaksandi virksemið hjá bíbliufeløgum í holistiskari tænastu, skulu vit menna eina røð av leiðreglum fyri, hvat hóskandi holistisk átøk hjá bíbliufeløgum eru.

Sum bíbliufeløg vilja vit menna nágreinilig virkisfør mál, sum kunnu mátast, grundað á hesar strategisku stevnur, sum vit lova at eftirmeta regluliga.

 

(Øssur Kjølbro hevur umsett úr enskum.)