Tit trúgva ikki á Gud!
07.03.2020

Ein av teimum segði: „Eg komi higar til tín við syni mínum, harri, tí hann hevur ein óndan anda, sum ger hann málleysan. Hvar hann so kemur á hann, syftir hann hann niður, hann stívnar og gríslar tenn, og froðan drívur úr munninum. Eg bað lærusveinar tínar reka hann út, men teir kundu ikki.“


Jesus segði: „Tit trúgva ikki á Gud! Hvussu leingi skal eg vera hjá tykkum? Hvussu leingi skal eg tola tykkum? Kom higar við syni tínum.“


Tey komu so við honum til Jesus, og tá ið óndi andin sá hann, sleit hann í hann, og hann fall til jarðar og lá og veltist við froðu um munnin.


„Hvussu leingi hevur drongurin havt tað soleiðis?“ spurdi Jesus. „Frá barnaárunum,“ svaraði pápin. „Og andin hevur fleiri ferðir kastað hann bæði í eld og vatn at beina fyri honum. Ert tú mentur, so hjálp okkum!“ „Um eg eri mentur? Hvussu meinar tú? Alt er møguligt hjá tí, sum trýr á Guds vald,“ svaraði Jesus. „Eg trúgvi!“ rópti pápin. „Men hjálp mær, tí eg ivist eisini.“


Jesus sá alt fólkið, sum flokkaðist um teir. So hótti hann at ónda andanum: „Tú málleysi andi og deyvi, ger sum eg sigi, far úr honum og halt teg burtur!“


Tá rópti hann og sleit ógvuliga í hann og fór út, og drongurin var sum eitt deytt, og øll hildu hann vera deyðan, men Jesus tók í hond hansara og reisti hann upp.


Tá ið Jesus var farin inn við lærusveinum sínum, spurdu teir hann: „Hví kundu vit ikki reka ónda andan út?“ „Hatta slagið fer ikki út við nøkrum uttan við bøn til Guds,“ svaraði hann.


Mark. 9,17-29
Nýggi Sáttmálin