Lurta
Hví trúgva tit mær ikki?
14.03.2020

Jesus svaraði teimum: „Hevði Gud verið pápi tykkara, so høvdu tit elskað meg, tí at eg komi frá Gudi, og tí eri eg her.


Eg eri ikki komin av mær sjálvum, men Gud hevur sent meg. Tit skilja ikki talu mína, tí at tit tola ikki at hoyra orð míni. Djevulin er pápi tykkara, og tit gera, sum hann vil. Hann hevur altíð verið mordari, hann kanst tú ikki líta á, og hann veit ikki, hvat sannleiki er. Tá ið hann lýgur, er tað púra vanligt fyri hann, tí hann er ein lygnari, ja, øll lygn kemur frá honum. Tað er tí, tit ikki trúgva mær, tí at eg tali sannleikan.

 

Hvør av tykkum kann vísa mær á okkurt skeivt, eg havi gjørt?“ spurdi Jesus. „Hví trúgva tit mær ikki, tá ið eg tali sannleikan til tykkara? Tann, sum hoyrir til Gud, hoyrir hvat hann sigur. Men tit hoyra ikki, tí tit hoyra ikki Gudi til.“


„Vit hava fullkomiliga rætt, tá ið vit siga, at tú ert líka ringur sum ein samariabúgvi, og at óndur andi er í tær,“ søgdu jødarnir við hann.


Jesus svaraði teimum: „Eingin óndur andi er í mær. Eg æri Pápa mín, men tit vanæra meg. Eg søki ikki mína egnu æru, men tað ger ein annar, og hann dømir.


Hoyr meg,“ helt Jesus á, „ein og hvør, sum ger, sum eg sigi, skal ongantíð doyggja.“


Jóh. 8,42-51
Nýggi Sáttmálin