Danmark fingið nýggja Bíbliu
20.03.2020

Hon hevur verið á veg í 20 ár; men í dag 20. mars 2020, kemur Bíblian 2020 – Danmarkar nýggja Bíblia, út, í heilum líki.

 

Bíblian uggar, býður, leiðbeinir og hugvekur. Hon hjálpir okkum at fata, hvørji vit eru og heimin, sum vit, saman, búleikast í. Við Bíbliuni 2020, eru Bíbliunnar orð nú alment atkomulig á einum løttum, nútíðar donskum máli.

 

Bíblian 2020 er ein nýggj savnað umseting av Bíbliuni á nútíðar donskum máli – umsetingin er gjørd av serkønum fólki í grikskum og hebráiskum og evnað av høvundum og málkønum við stórum kunnleika í donskum nútíðarmáli.


Nýggja Bíblian er grundað á eina endurskoðaða útgávu av “Den Nye Aftale” (Nýggja Sáttmálanum), ið kom í 2007, og síðan eini nýsavnaðari umseting av Gamla Testamenti. Eitt arbeiði, ið byrjaði í 2013.


Nógv annað um hetta, kanst tú lesa á www.bibelen2020.dk


Kelda: Danska Bíbliufelagið.
Henry Debes Joensen, umsetti