Lurta
Breyð av himli
09.03.2024

„Eg eri lívsins breyð,“ segði Jesus. „Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum trýr á meg, skal aldri tysta.


Men sum eg segði: Tit hava longu sæð, hvør eg eri, og kortini trúgva tit ikki á meg. Øll tey, sum Pápi mín gevur mær ábyrgd av, koma eisini til mín, og eg sendi ongan burtur frá mær.

 

Eg eri ikki komin niður av himli at gera tað, eg vil, men at gera tað, Gud vil. Hansara vilji er, at eg skal ongan missa, sum hann hevur givið mær. Og eg vil reisa tey upp frá deyðum á evsta degi, tí at Pápi mín vil, at øll, sum síggja, hvør Sonurin er, og sum trúgva á hann, skulu hava ævigt lív. Og á evsta degi vil eg reisa tey upp frá deyðum.“ 


Hetta er hørð tala


Jødarnir ilskaðust inn á Jesus, tí at hann hevði kallað seg sjálvan „breyðið, sum kemur niður av himli.“ „Er hetta ikki Jesus, sonur Jósefs? Vit kenna bæði pápa og mammu hansara. Hvussu kann hann siga, at hann er komin niður av himli?“ Soleiðis funnust teir at honum.


„Hví øsa tit tykkum upp?“spurdi Jesus og helt fram: „Eingin kann koma til mín, uttan Pápin, sum hevur sent meg, leiðir tey til mín. Og tey, sum koma til mín, vil eg reisa upp frá deyðum á evsta degi.


Skrivað stendur hjá einum av profetunum: „Øll skulu verða upplærd av Gudi.“ Øll tey, sum lurta og læra av Pápa mínum, koma til mín. Ikki so, at nakar hevur sæð Pápan, tí at tað er bara hann, sum kemur frá Gudi, ið hevur sæð hann. Hoyr her. Tann, sum trýr á meg, hevur ævigt lív.


Eg eri lívsins breyð. Forfedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini og doyðu. Lívsins breyð kemur niður av himli, og tey, sum eta tað, skulu ikki doyggja.

 

Eg eri tað breyðið, sum gevur lív, og sum er komið niður av himli. Tann, sum etur tað, skal liva allar ævir. Breyðið, sum eg gevi tykkum, er hold mítt, og eg gevi tykkum tað, so at heimurin kann fáa lív.“


Jóh. 6,35-51
Miðføstu sunnudagur
Nýggi Sáttmálin

´

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen