Lurta
Faðirvár, tá dagarnir gerast truplir. (Matt 6,7-15)
24.03.2020

Bønin, er tungumálið, vit nýta í samskiftinum við Gud. Hetta hevur verið tað vanliga niður gjøgnum tíðirnar. Bønin, hevur eisini verið, týdningarmiklasta høvuðsevni í orðaskiftum. Hvussu skulu vit veruliga biðja?

 

Í Lukasar evangeliinum 11,2, byrjar Faðirvár við einum spurningi. Ein av lærusveinunum segði við Jesus: -Harri, lær okkum at biðja, soleiðis sum eisini Jóhannes lærdi lærusveinar sínar.- Jesus ávarar ímóti at nýta mong orð, ella at nýta bønina at taka seg sjálvan fram sum frálíku fyrimyndina.

 

Jesus vísir okkum bønarinnar einfeldi. Bøn krevur ongar gátuførar rørslur ella vælvald loyndarfull orð. Bøn, er at tosa einfalt við Gud, sum -longu veit, hvat tær tørvar, áðrenn vit biðja hann um tað.- Fleiri okkara hava fleiri ferðir roynt hetta, at onkur er, ið kennir okkum so væl, at tey vita, hvat okkum tørvar, áðrenn vit finna orðini at siga sjálvi. Soleiðis er Gud.

 

Í dag eru vit kvirr og steðga við orðini í bønini, Jesus lærdi okkum:

 

Faðir vár, tú sum ert í Himlunum!

 

Gott, at tú ert í Himlinum, Gud. Trúgvi fyri vist, at tú hevur eina frálíka yvirskoðan. Tú, sum kennir lív okkara og alt, okkum gleðir og tað, vit óttast – til tín biðja vit.

 

Heilagt verði navn títt

Hjálp okkum í øllum tí, vit ikki skilja at lovprísa stórleika tínum. Gev okkum megi at deila kærleikans mongu gávur, so at menniskju kunnu kenna tín heilagleika.

 

Komið ríkið títt

 

Tað eru mong, sum hava vald, Gud. Ikki øll eiga vísdómin og kærleikan sum tú. Ver tú ein máttur, Gud, móti teimum, ið brúka vald og eru ein háttan móti menniskjunnar rættindum. Nýt tín myndugleika, Gud, móti blindum vegleiðarum. Tú, sum breiddi út hendur tínar á einum krossi til tess at fevna jørðina. Lat kærleikans og góðskunnar ríki vinna sær pláss í heimi okkara.

 

Verði vilji tín sum í Himli so á jørð

 

Slepp okkum ikki, Gud. Hav tol við okkum og vend tær ikki frá okkum. Lat náðina og gleðina fáa fótafesti í okkara lívi, og lat rættvísina blóma sum ein vakur hagi um alla jørðina.

 

Gev okkum í dag okkara dagliga breyð

 

Lat tey svongu fáa dagligt breyð. Hjálp teimum múgvandi at deila av jarðar ríkidømi sínum.

 

Og fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara

 

Takk fyri náðina og fyrigevingina. Hjálp okkum hvønn dag at vera skjót at fyrigeva, so vit í sannleika, í sátt og semju, kunna byggja upp eitt trygt og gott samfelag.

 

Og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa

 

Nógv er, ið hóttir okkara lív, Gud. Lat okkum, mest av øllum, óttast at svíkja teg og næsta okkara.

 

Tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir!

 

Amen!

 

Kelda: Norska Bíbliufelagið

Henry Debes Joensen, umsetti