Lurta
Lat hana fáa frið
04.04.2020

Seks dagar fyri páskir kom Jesus aftur til Betania, har Lasarus búði – tann maðurin, sum Jesus hevði vakt upp aftur til lívs.


Jesus var boðin inn til eina máltíð. Marta stákaðist við matin, og Lasarus og Jesus sótu við borðið. Maria tók eina fløsku við sera dýrum smyrsli úr nardusolju og salvaði føturnar á Jesusi og turkaði teir við hári sínum, og angin av smyrslinum var um alt húsið.


Judas Iskarjot, tann lærusveinurin, sum seinni sveik Jesus, segði tá: „Hatta smyrslið er sera dýrt, hví varð tað ikki heldur selt, so tey fátæku kundu fingið peningin?“ Hetta segði hann ikki, tí at hann hevði umsorgan fyri teimum fátæku, men av tí at hann stjól peningin, sum hann hevði ábyrgd av.


„Lat hana fáa frið. Hon kann goyma avlopið til mína jarðarferð,“ segði Jesus. „Fátæk hava tit altíð hjá tykkum, men meg hava tit ikki altíð.“

 

Tá ið tey fingu at vita, at Jesus var í Betania, fór ein stórur skari hagar, ikki bara at hitta Jesus, men eisini at síggja Lasarus, sum Jesus hevði vakt upp frá deyðum.


Høvuðsprestarnir avgjørdu, at Lasarus eisini skuldi verða dripin. Nógvir av jødunum vóru eisini farnir at trúgva á Jesus, av tí sum var hent við Lasarus.

 

Dagin eftir hoyrdu øll, sum vóru komin til páska­hátíðina, at Jesus kom til Jerusalem. Tá tóku tey pálma­greinar og fóru út at møta honum og róptu:
„Hosianna, Gud vælsigni kong jødanna, hann kemur í Harrans navni.


Jesus fann eitt ungt esil og setti seg á tað, soleiðis sum skrivað er: Óttast ikki Jerusalem, sí, kongur tín kemur ríðandi á einum asnafyli.

 

Í fyrstuni skiltu lærusveinarnir ikki, at tað, sum Jesus hevði gjørt, var, at eitt av profetaorðunum úr Bíbliuni gekk út. Ikki fyrr enn hann var krossfestur, og teir sóu guddómleika hansara, mintust teir til, at hetta var skrivað um hann.

 

Jóh. 12,1-16
Nýggi Sáttmálin