Lurta
Ápostulin Pætur
07.04.2020


Tann navnframasti persónurin í flokkinum um Jesus er uttan iva hann, sum vit í dag oftast nevna Pætur.

 

Hansara upprunaliga navn var Símun, men eftir at hann varð kallaður at fylgja Jesusi sum lærusveinur, gav Jesus honum tað aramáiska tilnevnið Kefas, sum merkir “klettur”. Tað er hetta navnið, Paulus helst brúkar, tá ið hann nevnir Pætur í sínum brøvum. Í griksttalandi heiminum eitur klettur “petros” – harav tann vanligi formurin Pætur.


Leiðandi støða Pæturs sæst í eini langari røð av søgubrotum um hann. Sambært teimum trimum fyrstu evangeliunum er hann – saman við beiggja sínum Andriasi – tann fyrsti, sum verður kallaður til lærusvein, eins og hann av teimum tólv verður fyrst nevndur á listunum í evangeliunum.


Í eini røð av serliga týdningarmiklum hendingum í Jesu lívi tekur hann ein avmarkaðan bólk av sínum lærusveinum, tríggjar ella fýra – við sum vitni. Tað er t.d., tá ið dóttir Jairus verður vakt upp til lívs, tá ið Jesus umbroytist á fjallinum og í taluni um tær síðstu tíðirnar. Í hesum útvaldu bólkum er Pætur altíð við og altíð fyrst nevndur.


Tað er eisini Pætur, sum tann fyrsti nakrantíð ber fram ta avgerandi játtingina, at Jesus er Kristus, Sonur Guds. Tað er í Markusarevangeliinum kapittuli 8 ørindi 29, men um hetta mundið – mitt í Jesu virki – hevur Pætur enn ikki skilt, at líðing og deyði hoyra upp í Jesu lívsleið.

 

Pætur noktar eisini einhvønn kennskap til Jesus, tá hann verður tikin fangi í Jerúsalem, eins og hinir lærusveinarnir flýggja. Fatanin av Jesu líðingarsøgu kemur ógvuliga seint, ja, helst ikki fyrr enn um páskirnar, tá ið Pætur stígur fram sum ein tann fyrsti – hesa ferð sum uppreisnarvitni.


Í teimum fyrstu 12 kapitlunum í Ápostlasøguni, sum eru í ársins ætlan, hevur Pætur leiklutin sum høvuðspersónurin og sum leiðari í tí fyrstu meinigheitini í Jerúsalem. Hann verður í kapittuli 2 tann fyrsti, sum heldur eina kristna prædiku, og í kapittuli 10-11 ein tann fyrsti at bera kunnleikan um kristindómin út um tað jødiska fólkið.


Eisini í kapittuli 15 hevur hann ein avgerandi leiklut. Her ger hann saman við øðrum kristnum leiðarum í Jerúsalem semju við Paulus, har báðir partar góðkenna, at Paulus er sendur út at prædika fyri ikki-jødiskum fólkasløgum og Pætur fyri jødunum, og at ikki-jødisk fólkasløg ikki fyrst skulu gerast jødar, áðrenn tey kunnu verða doypt og limir í Kristusar meinigheit.


Eftir eitt langt virki bæði í Jerúsalem og sum trúboðari millum jødar í Rómverjaríkinum endar Pætur sítt lív við, at hann verður avrættaður í Róm undir Keisar Neros kristinforfylgingum í árinum 64 e. Kr.


Tvey av brøvunum í Nýggja Testamenti bera hansara navn: Fyrra og Seinna Pætursbræv, sum bæði eru stílað sum rundskriv til ein breiðan móttakaraskara.


Myndin: Eldri málningar vísa ofta Pætur við einum lykli, meðan Paulus ofta verður avmyndaður við einum svørði. Málningur eftir Farkas Gergely.