Lurta
Tit skulu gera tað sama, sum eg havi gjørt
08.04.2020

Tað var stutt fyri páskahátíðina, og Jesus visti, at løta hansara var komin, til at hann skuldi fara úr hesum heimi aftur til Pápan.


Og hann elskaði tey, sum Gud hevði hevði litið honum upp í hendur, líka til enda.


Eitt kvøldið sótu Jesus og lærusveinarnir til borðs og ótu. Djevulin hevði longu givið Judasi, syni Símunar Iskarjot, tað hugskot, at hann skuldi svíkja Jesus. Jesus visti, at Gud hevði lagt alt í hansara hendur, at hann var komin frá Gudi, og at hann fór aftur til Guds.

 

Og meðan teir ótu, reisti Jesus seg, legði kyrtilin frá sær og bant eitt fyriklæði um seg. So stoytti hann vatn í eitt vaskiílat og fór at vaska føturnar á lærusveinunum og turkaði teir við fyriklæðnum, sum hann hevði bundið um seg. Tá ið hann var komin til Pætur, segði hann: „Harri, vaskar tú mínar føtur?“


Jesus svaraði: „Tú skilir ikki nú, hví eg geri tað, men tú fert at skilja tað seinni.“ „Aldri í lívinum. Tú skalt ikki vaska føtur mínar,“ mælti Pætur ímóti. „Vaski eg ikki føtur tínar, hevur tú ikki lut í lívi mínum,“ svaraði Jesus. „So skalt tú ikki bara vaska mær um føturnar, men eisini um hendurnar og høvdið!“ segði Pætur.

 

Jesus svaraði honum: „Tann, sum hevur vaskað sær, hevur bert fyri neyðini at vaska sær um føturnar, so er hann reinur. Og tit eru reinir, men ikki allir,“ segði Jesus. Hetta segði hann, tí hann visti, hvør fór at svíkja hann.


Tá ið hann hevði vaskað føtur teirra, læt hann seg í aftur kyrtilin og setti seg aftur við borðið og talaði til teirra: „Skilja tit, hvat eg havi gjørt fyri tykkum? Tit kalla meg Meistara og Harra, og tað er rætt, tí tað eri eg. Tá ið nú eg, Harri og Rabbi tykkara, havi vaskað tykkum um føturnar, so skulu tit eisini vaska hvør øðrum um føturnar.


Eg havi verið tykkum eitt fyridømi. Tit skulu gera tað sama, sum eg havi gjørt."


Jóh. 13,1-15
Nýggi Sáttmálin