Lurta
Pápi, fyrigev teimum
10.04.2020

Teir fóru so avstað við Jesusi. Á vegnum tóku teir ein mann, Símun frá Kýrene, sum var á veg heim úr bønum. Teir løgdu krossin á herðar hansara, so hann kundi bera hann aftan á teimum.


Ein stór fjøld av fólki fylgdi teimum, teirra millum nógvar kvinnur, sum grótu um hann. Jesus vendi sær til teirra og segði við tær: „Jerusalems døtur! Grátið ikki um meg, men grátið heldur um tykkum sjálvar og børn tykkara. Tann tíð kemur, tá ið tit siga: „Gævi vit vóru barnleysar og ongantíð høvdu føtt ella givið bróst.“ Tit fara at biðja fjøllini falla yvir tykkum og heyggjarnar at fjala tykkum.


Tí verður tað fríska træið soleiðis viðfarið, hvat verður so gjørt við tað følnaða?“ Tveir brotsmenn vórðu førdir út fyri at verða avrættaðir saman við Jesusi. Og tá ið teir komu út á staðin, sum eitur Skallin, krossfestu hermenninir Jesus. Báðir brotsmenninir vórðu eisini krossfestir, annar høgrumegin og annar vinstrumegin Jesus.

 

Men Jesus segði: „Pápi, fyrigev teimum, tí at teir vita ikki, hvat teir gera!“ So kastaðu hermenninir lut um klæði hansara og býttu tey sínámillum. Fólkið stóð og hugdi at, meðan høvuðsprestarnir hildu hann fyri spott. Teir søgdu: „Øðrum hevur hann bjargað, lat hann nú bjarga sær sjálvum, um hann veruliga er tann Messias, sum Gud hevur útvalt!“


Somuleiðis spottaðu hermenninir hann eisini. Teir rættu honum súrt vín og søgdu: „Ert tú kongur jødanna, so bjarga tær sjálvum!“ Á yvirskriftini uppi yvir honum stóð: „Hann er kongur jødanna.“


Annar av brotsmonnunum, sum krossfestur var saman við honum, spottaði hann eisini og segði: „Ert tú ikki Messias; bjarga so tær sjálvum og okkum.“ Men hin hevði at honum og segði: „Óttast tú ikki Gud, nú tú sjálvur ert krossfestur? Vit báðir eru dømdir av røttum og fáa tað afturlønt, sum vit hava gjørt, men hann hevur einki skeivt gjørt.“ So segði hann við Jesus: „Hugsa um meg, tá ið tú kemur í Ríki títt!“ Jesus svaraði: „Eg lovi tær, at tú longu í dag skalt vera við mær í Paradísi!“


Á middegi legðist myrkur um alt landið, og sólin hvarv í tríggjar tímar. Forhangið í templinum skrædnaði í tvey eftir miðjuni, og Jesus rópti við harðari rødd: „Pápi, eg gevi meg í tínar hendur!“ Tá hann hevði sagt hetta, doyði hann.


Tá ið rómverski herhøvdingin sá tað, sum hendi, gav hann Gudi æruna og segði: „Hann var veruliga eitt menniskja, sum var Gudi lýðin.“ Alt fólkið, sum var komið út at síggja krossfestingina, var skelkað av hesi sjón, og tey skundaðu sær heim. Men tey, sum høvdu kent hann, vórðu standandi, og tær kvinnur, sum høvdu fylgt honum úr Galilea, stóðu eitt sindur burturfrá og sóu alt, sum hendi.


Luk. 23,26-49
Nýggi Sáttmálin