Lurta
Kamerun: Bíbliuumsetararnir hjá Marcel álopnir av Boko Haram
11.04.2020

Bíbliuumseting undir sera krevjandi og álvarsligari hóttan.

 

Bíbliuumsetarar hava tvær Bíbliuumsetingar á skránni í norðasta parti av Kamerun; einum landsparti, har ein islamiskur yvirgangsbólkur, Boko Haram, herjar og hevur stórt vald. Hann er eisini sera virkin í Nigeria, Niker og Kjad. Hesi hava gjørt av við meira enn 1.300 fólk í Kamerun og rikið meira enn 200.000 frá hús og heimi. Hava latið aftur meira enn 200 kirkjur og sett eld á fleiri.


Støða teirra, ið umseta Bíbliuna í økinum, er sera torfør. Teirra samleiki, og tungumálið, umsett verður til, og landsbygdir, har tey liva og virka, eru loynilig.


Máttu taka til rýmingar

 

16. oktober 2019 kom Boko Haram til bygdina, har Bíbliuumsetarin, Marcel og húsfólk hansara, búðu. Við vápnum og valdi sorlaðu og smildraðu teir sær veg at húsunum; bukaðu og meiddu bygdarfólkið; rannsakaðu heim teirra og ognarlutir. Høvdingin í bygdini og ein unglingi vórðu dripnir. Hetta hevur fleiri ferðir hent í hesi bygdini og øðrum bygdum í landspartinum. Mong av bygdarfólkinum tóku til rýmimgar og fjaldu seg í fjallaholum. Teirra millum, Marcel.

 

Beint áðrenn hetta hendi, varð ein kona í bygdini kunnað um álopið, og hon fekk í skundi ávarað nøkur av bygdarfólkinum, sigur hann; men vit vóru ikki førur fyri at verja okkum. Vit hava uttan úrslit fleiri ferðir greitt myndugleikunum um støðuna. Onkuntíð hava vit fingið tveir hermenn at verja okkum; men hesar skulu vit sjálvi løna og gjalda bæði fyri flutning teirra og mat. Hetta kostar okkum almikið. Vit hava einki annað val enn taka til rýmingar úr bygdini.

 

Kona Marcel, Rose var einsamøll heima ein dagin, Boko Haram komu; men í síðstu løtu eydnaðist henni at flýggja gjøgnum einar bakdyr og fjala seg í myrkari skóg nærindis. Teir brutu allar dyr í húsinum. Teir vóru væl mannaðir. Vit hoyrdu ódámlig skot allar staðir í bygdini. Sanniliga óhugnaligt, sigur hon. Teir rannsakaðu húsið og tóku við sær nógvar ognarlutir, meðan bygdarfólkið í skundi flýddi inn í dimmar skógir undan øðisligu yvirgangskroppunum.

 

Tey vildu vera so tætt upp at grøðini sum gjørligt. Tvær nætur vóru tey noydd at sova úti á berajóli, tí tey kundu ikki venda aftur fyrrenn Boko Haram var farin haðani. Hetta var ótrúliga trupul støða at vera í. Vit óttaðust ikki bara Boko Haram. Vandin fyri at verða bitin av slangum ella skadd av villdjórum, lúrdi alla tíðina. Eisini oysregnaði, sigur Rose. Hetta var ein hørð tíð, og eisini nívdi óttin fyri malariasjúkini.


Hóast mótburð, verður hildið á


Presturin, ið hevur ábyrgd av fleiri kirkjum í økinum, býr eisini í landsbygdini. Hann flýddi saman við íbúgvum sínum niðan í fjøllini; men vendi aftur, tá álopini vóru hildin uppat. Hann heldur fast við at búsetast aftur í bygdini og liva har, hóast allar vandar. Mong eru rýmd úr bygdini; men, um eg sum teirra hirði, fari, hvør man fara at taka sær av seyðinum.


Kelda: Sameindu Bíbliufeløgini

Henry Debes Joensen, umsetti