Lurta
Tá byrjaði hann at trúgva
13.04.2020

Tíðliga sunnumorgun, fyrsta dagin í vikuni, kom Maria Magdalena út til grøvina, meðan tað enn var myrkt.


Hon sá, at steinurin var tikin burtur frá grøvini, og fór rennandi til Pætur og tann lærusveinin, sum Jesus elskaði, og segði: „Teir hava tikið Jesus, Harra okkara, úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt hann.“


Tá fóru Pætur og hin lærusveinurin út til grøvina. Báðir runnu, men hin lærusveinurin rann skjótari enn Pætur og kom fyrr til grøvina.


Hann boygdi seg niður, hugdi inn í grøvina og sá línklæðini liggja har, men fór ikki inn. Pætur kom beint aftaná. Hann fór inn í grøvina og sá línklæðini liggja har, og eisini sveittadúkin, sum Jesus hevði havt fyri andlitið. Sveittadúkurin lá ikki saman við línklæðunum, men samanballaður á einum staði fyri seg.


Hin lærusveinurin, sum kom fyrr, fór nú eisini inn í grøvina, og tá ið hann sá, at Jesus ikki var har, byrjaði hann at trúgva, at Jesus var vorðin livandi aftur.


Jóh. 20,1-8
Nýggi Sáttmálin