Lurta
Jeremia profetur
22.04.2020

Jeremia er ein av teimum fýra stóru profetunum í Gamla Testamenti.

 

Hann virkaði í eini sera skakandi tíð í søguni hjá fólki sínum, nevniliga tíðini fram til, tá ið bábylonarakongurin, Nebukadnesar, hertók Jerúsalem og legði býin og templið í oyði í 597-587 f. Kr.


Jeremia verður í Jeremia Bók kapittuli 1 kallaður til eina harða og trupla uppgávu, við tað at hann skal boða Jerúsalem, at Harrin hevur gjørt av at revsa sítt fólk fyri allan tess ótrúskap ímóti honum og fyri tess brot á tann sáttmálan, tað hevði gjørt á Sinai. Jeremia aftrar seg harðliga fyri at átaka sær profetatænastuna, og ígjøgnum sítt virksemi gremur hann seg aftur og aftur um byrðuna. Av teirri grund hevur hann eftir vanahugsan verið hildin at hava skrivað Harmljóðini, tað lítla savnið av harmsálmum, sum er sett inn beint eftir Jeremiasar Bók. Sostatt er “jeremiada” vorðið eitt heiti fyri tað at greiða frá ørkymlan.


Jeremia boðaði fólkinum og tess kongum í Jerúsalem, at ikki átti mótstøða at verða gjørd, tá ið bábylonarar – kaldearar, sum teir ofta verða nevndir í Gamla Testamenti – komu, men í eyðmýkt átaka sær revsingina. Ein boðskapur, sum hann lýsti við eini røð av symbolskum tilburðum, m.a. í kapittuli 13 og í kapittuli 19, har hann brýtur eina krukku beint fyri eygum fólksins og prestanna elstu. Oyðing Jerúsalems endaði við, at tað leiðandi fólkið varð burturflutt í útlegd til Bábylon. Jeremia kom kortini ikki við, men varð, saman við skrivara sínum, Baruki, noyddur við til Egyptalands av judeiskum stórmonnum. Her endaði hann ivaleyst sínar dagar.


Jeremia boðaði ikki bert undirgang. Serliga í kapittuli 30-33 opnar hann fyri tí tankanum, at revsingin ikki skal vera endalig, men at Harrin vil lata tey útlagnu venda heimaftur og endurreisa tey góðu og næru viðurskifti við fólk sítt.


Í tí sambandi kemur til sjóndar í Jeremiasar boðan eitt hugtak, sum hevur fingið eina víðfevnandi ávirkan á søguna. Tað er í kapittuli 31 ørindi 31-34, har Jeremia lýsir, at Harrin einaferð vil gera ein nýggjan sáttmála við fólk sítt – ein heilt annan sáttmála enn tann gamla frá Sinai, sum fólkið javnt og samt hevur brotið. Tann nýggi skal nevniliga vera skrivaður inn í fólksins hjørtu, soleiðis at skilja, at fólkið ikki kann lata vera við at fylgja honum. Hann skal vera ein sáttmáli um fyrigeving.


Tað er hesin nýggi sáttmálin, sum sambært 1. brævi til Korintmanna kapittul 11 ørindi 25 og Lukasarevangelii kapittul 22 ørindi 20 ger seg galdandi, tá ið heilaga kvøldmáltíðin verður innsett , og sum eisini hevur stóran leiklut í 2. brævi til Korintmanna kapittul 3 og í Hebrearabrævinum kapittul 7-10.


At enda kann leggjast afturat, at “testamenti” er latín fyri sáttmála. Tað er sostatt Jeremia, sum við at skilja ímillum ein nýggjan og ein gamlan sáttmála hevur givið heitið Gamla Testamenti fyri bøkurnar í gomlu pakt og Nýggja Testamenti fyri bøkurnar í nýggju pakt.

Bíbliulesiætlanin 2019-20