Lurta
Pápi mín og eg eru eitt
25.04.2020

So kom tempulvígsluhátíðin í Jerusalem. Tað var vetur, og Jesus gekk um á tempuløkinum í súlnagangi Sálomons.


Tá flokkaðust jødarnir um hann og spurdu, hvussu leingi hann ætlaði at lata teir vera í iva: „Ert tú Kristus, tá sig okkum tað beint fram.“


Jesus svaraði teimum: „Eg havi sagt tykkum tað, men tit trúgva mær ikki. Tað, sum eg geri í navni Pápa míns, sigur, hvør eg eri, men tit trúgva mær ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum. Seyðir mínir hoyra mína rødd, og eg kenni teir, og teir fylgja mær. Eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu als ikki doyggja, og eingin skal slíta teir úr hond míni.

 


Tað, sum Pápi mín hevur givið mær, er størri enn alt annað, og eingin kann slíta tað úr hansara hondum.


Pápi mín og eg eru eitt.“


Jóh. 10,22-30
Nýggi Sáttmáli