Lurta
Pæturs seinna bræv
29.04.2020

Brævið vendir sær til øll kristin. Málið er at styrkja tey kristnu í stríðnum ímóti øllum teimum, sum læra eitthvørt skeivt um Jesus og tí eisini í veruleikanum avnokta hann.

 

Tann falska læran, sum brævið ávarar ímóti, vil vera við, at Jesus ikki kemur aftur á jørðina á dómadegi. Mong kristin hava hugsað sær, at dómadagurin fór at vera hvørja løtu, men harmast nú og eru við at missa vónina.


Men brævið heldur fast í vónini um, at Jesus kemur aftur. At tað ikki er hent enn, kemst av, at Gud er tolin og bíðar, til øll hava fingið møguleikan at venda um og taka við kristnari trúgv, tí hann vil ikki, at nakar glatast. Tí eiga tey kristnu eisini at liva sítt lív samsvarandi Guds vilja, soleiðis at tey eru klár á dómadegi.

 

Pætur veit, at hann skjótt skal doyggja (1. kapittul, versini 14-15), og brævið er tí helst skrivað einastaðni millum ár 64-68 e. Kr., tá ið atsóknirnar vóru ímóti teimum kristnu í Róm.

 

Nýggi Sáttmálin